Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyingar sleppa ikki at vitja síni gomlu foreldur, missa arbeiðsuppgávur og inntøkur í hópatali, ítróttarfeløg sett upp ímóti hvørjum øðrum og vit hava í stóran mun lagt lívið hjá okkum um.

 

Samstundis kunnu ferðafólk framvegis koma og fara úr landinum uttan treytir. Gamaní, tað verður viðmælt at fara í sóttarhald, og nú verður eisini tosað um at gera eina uppringing aftaná nakrar dagar fyri at vita, hvar hesi fólkini eru. Men útgangsstøðið er, at vit skulu hava álit og ongar treytir.

 

Álit fram um eftirlit er oftast eitt gott hugskot. Tað er ein vakur tanki, sum snýr seg um tað persónliga frælsið. At vit liva frítt í Føroyum.

 

Men tað mugu vera mørk fyri, hvussu langt vit skulu fara fyri at byggja landið á álit.

 

Tí við at loyva ferðafólki inn, taka vit tað persónliga frælsið frá føroyingum í Føroyum!

 

Tað kennist órættvíst, at vit kanska skulu halda fram við frástøðu í fleiri mánaðir, tí vit mugu hava álit á ferðafólkum úr umheiminum.

 

At vit mugu leggja lívið um, meðan ferðafólk framvegis streyma inn, hevur undrað fólk líka síðan koronasmittan fann vegin til landið.

 

Men landsstýrið og løgmaður eru ikki heilt vaknað enn.

 

Tíðin er komin til, at løgmaður handlar.

 

At tilmælis-landsstýrið skiftir kós og leggur fram uppskot um tvungið sóttarhald til øll, sum koma til landið.

 

So kunnu vit aftur ferðast trygg runt í samfelagnum uttan at óttast fyri at gerast sjúk og smitta onnur.

 

Vit eru kanska tað einasta landið í heiminum uttan smittu, og tí krevja vit tryggleika fyri, at verulig hond verður tikin um vandan, sum hóttir tjóðina uttanífrá.

 

Tað snýr seg um at verja og varðveita Føroyar, okkara land.

 

Hendan avgerðin eigur ikki at vera trupul at taka.

 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo