40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nólsoyingar hava livað við, at er nakað galið við skipum aðrastaðni, so hevur Ternan verið tikin frá teimum, og teir hava verið noyddir at klára seg við tí, sum SSL nú einaferð hevur havt tøkt.

Tað mesta av hesum ov smáir bátar, har fólk ikki kenna seg ikki trygg í ringum veðri.

Tað eru landsmyndugleikarnir, sum hava gjørt tað trupult hjá fólki at búleikast í Nólsoy.

Hetta, vit uppliva nú, er bara seinasta neyðarrópið frá nólsoyingum um at fáa eitt trygt ferðasamband.

Hvønn dag ferðast eini 60 upp í 100 fólk úr Nólsoy til arbeiðis og í skúla í Havn og aðrastaðni.

Fleiri arbeiða á stovnum, har alneyðugur tørvur er á, at tey møta til tíðina.

Ótal av børnum ferðast inn til Havnar fleiri ferðir um vikuna til tónleik og ítrótt. Og støðan hjá fólki við rørslutarni er ótolandi.

Og nú er Hasfjord við kapasiteti til 12 ferðandi álitið.
 
Tað átti eisini at verið óneyðugt áhaldandi at greiða myndugleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívsæðr.

SSL eigur eisini at hava í huga, at valla er nøkur onnur farleið, sum hevur so nógvar fastar pendlarar.

Tað var undanfarna landsstýrið, sum strikaði ætlanina at byggja eitt skip til nólsoyarleiðina.

Einki alternativ bleiv sett í staðin fyri ætlaðu byggingina av einum skipi til nólsoyarleiðina.

Nósloyingar søgdu longu tá, at hetta var ein dáragerð - og fylgirnar av hesum liva nólsoyingar við nú.

Vit mugu krevja, at ein virðilig loysn verður funnin.

Og okkurt bendir á, at ein partur av fyribilsloysnini verður, at kommunan tekur um endan og tryggjar flutningsskylduna hjá tí almenna.

Men takið nú málið í álvara og gerið allar tær kanningar, ið neyðugur eru til at vit øll kenna okkum púra ivaleys um, at farleiðin er trygg fyri øll alt árið.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo