40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu landsmenn! Eg havi hugsa nakað um tilgongdina í sambandi við koronastøðuna í Føroyum, í mun til støðuna og gongdina aðrastaðni í heiminum. Tað vísir seg, at fleiri lond hava tikið støðu til fleiri møgulig víðgongd og hørð tiltøk, sum fara illa við íbúgvunum fyri at basa Korona. Heil samfeløg eru í forvegin spjadd sundur nógvastaðni. Og nógv hevur verið sagt og gjørt, sum helst átti, at verið ósagt og ógjørt. Men hvat síggja vit fyri framman nú?

Hetta skrivið er grunda á nakrar tankar, sum ikki eru mínir, men eg haldi, at eg skilji og tulki teir rætt. Tað er uppá tíðina, at eg vendi mær til fólkið, sum eg av hjarta eri góður við og biðið fyri hvønn dag. Eg síggi fyri mær, at heil samfeløg koma í óføri og enntá fara til grundar av smáum og eintáttaðum orsøkum púra óneyðugt.

Í sambandi við Korona hevur ein viðkomandi spurningur stungið seg upp, ið ljóðar nakað soleiðis: “Hvørjir hættir og hvørji amboð verða nýtt til, at leggja ótta í fólk og varðveita tað innstillingina framyvir?” Mattias Desmet, ið er professari í kliniskari sálarfrøði við lærda háskúlan í Gent í Belgia, minnir okkum á, at menniskjaligur ótti ella angist longu var – langt áðrenn Korona byrjaði. Men, at Koronakreppan hevur umskipað mannaóttan. Hetta er sera týdningarmikið at leggja sær í geyma fyri, at skilja heims umfevnandi vavi av ótta og angist, sum hendan umleggingin av ótta og angist hevur ført við sær, á ein tilvitaðan og ótilvitaðan hátt.

Tað ber til, at greina ein part um hvussu ótti og angist varð umskipað í alheims upplýsingini og øllum hendingunum, ið hava verið tengdar at hesi smáveruni, ið kallast Korona, sum nú hevur fingið – alt vald í samfelagnum.

Mattias Desmet sigur, at hann á sumri í 2020 byrjaði so smátt, at skilja, hvat sum í veruleikanum gekk fyri seg á tí sálarliga økinum í samfelagnum. Hann heldur, at fyribrigdið “Mass Formation” hevur stungið seg upp í stórum málistokki í dag. Talan er um eitt sálarligt fyribrigdi, ið kann henda einum og hvørjum samfelag, um bert nakrar serstakar treytir, í stóran mun eru galdandi.

Tann fyrsta og mest týðandi treytin er tann, at samfelagið inniheldur eitt lutfalsliga stórt tal av fólkum, ið føla seg sosialt avbyrgd. Altso, nógv fólk sum mangla góð sosial bond og sambond, ið knýta tey at øðrum menniskjum í samfelagnum. Tað mest tragiska við hesi treytini, er hetta, at kenslan av sosialari neyð umbroytist til ein avbyrgdan og fátækan veruleika hjá annars dýrabarum sálum við einum ómetaligum virði í eygum skaparans. Eg havi hug at siga: “Lat okkum elska hvønn annan, støðugt vitja hvønn annan, hyggja hvønn annan í eyguni og fáa eitt lívgandi og uppbyggjandi prát saman afturvið einum drekkamunni.”

Tann næsta treytin er máttloysi, ið er gróðrarbotnur hjá “Mass Formation”. Máttloysisandi kann fáa fastar tøkur í einum samfelag og skal tí ikki undirmetast. Tekini eru fólk, sum ikki duga at síggja ella finna meiningina við lívinum. Tey liva sítt lív – uttan meining og/ella innihald. Læknar siga, at nógv fólk í okkara parti av heiminum taka medisin fyri tunglyndi og angist. Góðu tit, hetta skuldi ikki verið neyðugt hjá flestu teirra at tikið, um tey liva í einum sunnum og vælvirkandi samfelag, har familjuvirðini eru sett í hásæti.

Tann triðja treytin fyri “Mass Formation” er tað, ið sálarfrøðingar kalla fyri “frítt flótandi angist”, sum ikki er knýtt at nakrari umboðan í samfelagnum og tískil ikki kann fást tamarhald á reint mentalt. Tá frítt flótandi mentalar og ótamdar upplivingar hjá lutfalsliga nógvum menniskjum í einum samfelag eru blivnar ein partur av lívinum, tá kann “Mass Formation” spretta fram í øllum samfelagnum, siga serfrøðingar.

Og tann fjórða treytin er tann, at nógv ørkymlan, fjald vreiði og hugur til atsóknir er farið, at trívast í øllum samfelagnum.

Ímyndi tykkum, at hesar fýra treytirnar vóru til staðar í fleiri londum – áðrenn Koronakreppuna. Tá er vandi á ferð! At heil samfeløg verða viðbrekin av høvuðsrákinum hjá fjølmiðlunum. Serliga er tað hættirnar og amboðini, ið verða nýtt av fjølmiðlunum til, at bera fram søgurnar við. Tíverri síggja vit alt ov ofta fjølmiðlar leggja ein ógrundaðan og óneyðugan ótta í fólkasálina. Slíkt kann fullkomiliga lammað alt samfelagið í eini serstøðu. Tí samfeløg eru rættuliga viðkvom í eini ókendari serstøðu. Tá fáa søgurnar ofta bein at ganga á. Og serliga tá ómettiligir fjølmiðlar, ið síggja út, sum eitt útlúgvingarkríggi á skerminum við egoistiskum motivum kring allan heimin – dag og dagliga leggja fram teirra sjónarmið um óhepnu støðuna.

Tað mest vandamikla í fjølmiðlaheiminum er, tá sjálv upplýsingin, hendingarnar og samansetingin av dramatiseraðum tíðindum eru tilætlað, at skapa ótta og angist millum fólk. Men samstundis skulu somu fjølmiðlar virka undir almennum hatti, í sambandi við almenna strategi um tilmælir og krøv, ið eisini verða fjølmiðla til somu stakkals borgarar, at fyrihalda seg til. Hetta er eitt sinnissjúkt og skaðiligt koncept fyri mong menniskju. Tað er sum, at flætta saman ein eiturkopp og eina flugu. Tað kann ikki annað enn vekja upp eitt tvísinnað skrímsl.

Tað er júst hetta skrímslið, ið kann vekja upp tann sokallaða frítt flótandi óttan, ið ikki er bundin til nakað ítøkiligt, sum hevur við veruleikan at gera. Hetta halda sálarfrøðingar, er tann mest pínufulla sálarliga upplivingin, sum eitt menniskja kanna fáa. Tí royna menniskju flest og eftir besta førimuni, at sigla uttanum hesi vandamiklu og ósjónligu skerini, ið kunnu geva frítt flótandi sálarligar trupulleikar, at dragast við – omaná allar hinar avbjóðingarnar, sum hetta annars gudgivna, men samstundis illa falna og syndiga lívið hevur at bjóða uppá.

Fyri fólk sum uppliva, at minur verða lagdar ímillum skerini á lívsins siglingarleið, tá fara vissuliga ótti og angist at banka uppá dyrnar. Um eitt heilt samfelag verður roynt við nógvari frítt flótandi angist, tá fara fólk flest, at royna og knýta hendan óhugnaliga óttan, at onkrum ígrípiligum tingi, ætlan ella endamáli her í lívinum. Og um tá fjølmiðlarnir hava nakað av eitrandi tilfari til menniskju, at grípa um, sum samstundis vísir teimum á teirra frítt flótandi angist, tá økjast sannlíkindini fyri, at øll frítt flótandi angist verður bundin rimmar føst, at einum ítøkiligum almennum tilfari, ið verður lýst umvegis fjølmiðlar. Og tá kann tað ólukkuliga henda, at flest øll vilja stuðla og enntá luttaka í strategiini, sum verður løgd fram fyri almenningin í fjølmiðlum, um hvussu tey skulu gera fyri, at koma burturúr, tí frítt flótandi óttanum.

Hetta halda summir sálarfrøðingar verða akkurát tað, sum er hent í Koronakreppuni. Hendan áður nevnda umleggingin av ótta og angist, ið hevur ført við sær ein stóran tilvitaðan og ótilvitaðan vilja til, at broyta samansetta atburðarmynstrið hjá menniskjum í býti við, at fylgja tilmælum og krøvum um frástøðu, fráhald, reinføri, koppseting, koronupass, koronainternat, samfelagsligur niðurstongsil, nógv niðursett frælsi, stórar peningaligar bøtir, framhaldandi koppingarskráir, koppseting av børnum, monitoring av fartelefonum, evt. tvungna koppseting o.s.fr.

Tær omanfyri nevndu treytirnar (t.e. tilmælir og krøv) framleiða nøkur spildurnýggj sosial bond millum fólk, sum øll somul luttaka í. Men tey stremba øll eftir tí sama og tað er, at sleppa av við frítt flótandi angist í teirra lívi. Tey nýskaptu sosialu bondini geva menniskjum eina kenslu av einum góðum tilknýti. Tað at hoyra til ein felagsskap, ið reystur arbeiðir fyri sakini og at nullstilla ótta og angist. Hesi nýggju sosialu bondini og ein nýggj meining við lívinum eru tvey grundleggjandi ting, sum eru fullkomiliga neyðug her í lívinum útfrá einum sálarligum sjónarmiði fyri, at føla seg sum eitt heilt menniskja og yvirliva gerandisdagin.

Men ígjøgnum tilgongdina við “Mass Formation” hendir ein brádlig broyting í fólkinum. T.e. frá at verða pínufult asosial til tað øvugta og uppliva sterk sosial bond við stórum samhaldsfesti av einum serligum slag. Hendan tilgongdin leiðir menniskju í eina vandamikla sinnisliga støðu, halda summir sálarfrøðingar. Talan er um eina åndsfráverandi støðu, sum ger menniskju trongskygd við lítlum áhuga í, at geva heildini gætur, men vilja nógv heldur fokusera á tað einsporaðu síðuna av veruleikanum har, sum tilgjørdi áhugin fyri koronanarrativinum frammanundan hevur sett sítt fokus.

Tá ið hetta er skilt, so skilja vit eisini, at koronanarrativið kann skoðast til fulnar og verða viga og kanska funnið at verða ov lætt og út av lagi skeikla. Men fólk vilja álíkavæl og framhaldandi fylgja narrativinum einans, tí tað er góðtikið at framstilla veruleikan sum hann er/ikki er. Ikki tí tað er skeivt/rætt ella tí, at vísindalig prógv brádliga siga ein annan sannleika. Nei, bert tí at narrativið einaferð er góðtikið, so er tað altíð góðtikið reint sálarliga og, at tað í kjalarvørrinum hevur skapt nýggj sosial bond. Sostatt er tann endaliga rættvísgerðin, at fylgja tí bundna málinum ikki grunda á vísindalig prógv, men nógv heldur á skapt fakta um samhaldsfesti. Á tann hátt kunnu vit fáa eitt trongskygt og lítið trivaligt samfelag við stórum ójavna og mismuni, halda nakrir serfrøðingar í sálarfrøði.

Summir teirra halda, at “Mass Formation” er ein samfelagsstandur í hypnosu. Og tástani ber til, at taka øll rættindir frá menniskjum, so leingi fólk áhaldandi grípa um og halda fast við narrativið. Og tað kann fáa ómetaliga nógv størri avleiðingar fyri samfelagið enn tær avleiðingarnar, sum fylgja við Korona, halda teir. Tí, tað sum hendir í heimunum í dag, er ikki tilvildarligt, men fleiri skipaðar skráir, ið verða rullaðar út til alt fólkið. Hvør hevur roknað uppá avleiðingarnar? Hetta kann verða ein skrúva uttan enda, ið fer alt á húsagang. Er tað meiningin? Um so verður, tá endar alt í ráðaloysi og mest sannlíkt fáa vit okkurt kríggj eisini. Og tað er púrasta óneyðugt.

Hetta var mítt hjartasuff til okkara her heima í Føroyum. Vit mugu steðga á, sissa okkum og hugsa klárt. Hetta hava vit lært í barnagørðunum, at brúka tað, sum vit hava fingið frá Harranum, at hugsa við. Tað er ikki so lítið. Og vit nýtast ikki altíð, at gera sum onnur lond gera og møguliga ætlað at gera.

Lat okkum sum tjóð venda okkum til hin stóra ráðgevaran og biðja Hann um andaliga, sálarliga, likamliga og tímiliga ráðgeving í øllum lívsins viðurskiftum. So skal tað gangast okkum gott.

Mátti Harrin hjálpt okkum øllum og signað land og fólk framyvir.

Kærar heilsur
Ragnar Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo