Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Senit, um at gera eina vetrarfriðingarætlan fyri allar bygdirnar í kommununi.

Eitt av málunum, ið sitandi býráð í Sunda kommunu hevur sett sær fyri at loysa er vetrarfriðing. At vetrarfriða eina so landafrøðiliga stóra kommunu, sum Sunda kommuna er, er ein sera umfatandi og samansett uppgáva at loysa. Vinnu- og umhvørvisnevndi mælti tí til, at seta ein ráðgeva at gera eina ætlan fyri hvussu farast skal fram og hvussu vetrarfriðingin kann skipast. Býráðið samtykti á fundi tann 28. mars 2022 at fylgja tilmælinum.

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Senit um at standa fyri arbeiðinum. Senit er ein nýstovnað ráðgevingarfyritøka, ið arbeiðir við býarætlanum og heildarætlanum fyri t.d. óbygd økir, havnaøkir, vetrarfriðing v.m.

Uppgávan hjá Sigurdi Justinussen, stjóra á Senit, verður at greina hvørja bygd sær og lýsa tørvin, útgreina ein ella fleiri møguleikar fyri, hvussu farast kann fram og gera raðfestingarlista, ið býráðið kann taka støðu til. Hann skal gera kostnaðarmetingar, arbeiðs- og tíðarætlanir. Eisini skal hann sammeta og heinta íblástur aðrastaðni og vísa á fyrimunir og vansar við vetrarfriðing.

Arbeiðið at gera eina vetrarfriðingarætlan er mett at taka fýra mánaðir, og avtalan er, at Senit skal handa Sunda kommunu eina vetrarfriðingarætlan tann 1. september 2022. Ætlanin er at hetta álitið skal verða ein handbók hjá umsitingini og býráðnum at nýta, í arbeiðinum at vetrarfriða alla Sunda kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo