40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt afturvendandi innslag í skránni fyri føroyavitjanir hjá danska kongshúsinum er løtan, tá stevið skal roynast. Soleiðis hevur Margretha drotning mangan verið í ringinum, og hóast vælvanda smílið er frammi man lítil ivi vera um, at hetta er nakað hon ger av plikt heldur enn huga, og at hetta er ein løta har hon er uttanfyri sína 'comfort zone'.

Vit hava spurt okkum fyri hjá fólki við stórum áhuga fyri teimum kongaligu, men ongin teirra minnist, at krúnprinsurin hevur dansað føroyskan dans.

Men nú fær hann møguleikan. Í fyribilsskránni fyri vitjanina hjá krúnprinsaparinum í Føroyum í næstum stendur, at parið saman við børnum skal vitja í skúlanum á Argjahamri. Her fara børnini uppá gólv, og krúnprinsafamiljan verður bjóðað uppí ringin.

Eftir fyribils skránni skal tiltakið á Argjahamri vera um júst eina viku, hósdagin 23. august fyrrapart, sum er sama dag krúnprinsafamiljan kemur á Havnina við Kongaskipinum Dannebrog.

Páll Holm Johannesen frá løgmansskrivstovuni sigur kortini við VP, at talan er um eina fyribilsskrá, har broytingar kunnu koma fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo