Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

17. mars 2023 fara leiðarar úr øllum landinum at hittast til Ársins Leiðaradag á Hotel Føroyum. Ein fastur táttur á Leiðaradegnum er kjósanin av Ársins leiðarum. Ein frá tí almenna og ein frá tí privata vinnulívinum.

Jú fleiri tilnevningar, jú betri!
Send okkum tína tilnevning | Takk fyri ;)

Øll kunnu tilnevna. Hevur tú ein góðan leiðara, ella kennir tú ein góðan leiðara, so send okkum endiliga tína tilnevning. Freistin er 7. mars 2023. Soleiðis kanst tú senda tína tilnevning >>

- Send ein t-post til synergi(at)synergi.fo

- Ella útfyll formularin á heimasíðuni hjá Synergi: KLIKK HER

- Send okkum tilnevning á messenger hjá Synergi.fo

Allar tilnevningar vera viðgjørdar í trúnaði. Ein væl skikkað dómsnevnd tekur endaliga støðu. Tað hevur stóran týdning, at dómsnevndin fær nógvar tilnevningar at taka støðu út frá. Tí eru vit sera fegin um at fáa so nógvar tilnevningar sum gjørligt.

Í dómsnevndini í ár sita:
Marjun Eystberg |Input
Niels Winther | Vinnuhúsið
Johnny í Grótinum | Fróðskaparsetur Føroya.

Her sært tú, hvørji hava verið kosin ársins leiðarar seinasti 19 árini.

Um Leiðaradagin 2023
Á leiðaradegnum seta vit fokus á leiðslu og týdningin av, at hava góðar leiðarar. Tað er ein mennandi dagur, har ymiskt fakligt er á skránni. Tað er eisini ein dagur, har sera gott høvi er at netverka og fjálga um sína karrieru. Harumframt er tað ein veitsludagur, har vit fagna Ársins leiðarar og hugna okkum saman um kvøldið, afturvið einum betri bita. Signar í Homrum og John Johansen standa fyri tónleikinum. Tað borgar fyri tí góða lagnum.

Á skránni
- Jan Ziskasen | Føroya Tele og Ársins privati leiðari 2022
- Poul Geert Hansen | Barna- og Útbúgvingarmálaráðið og Ársins almenni leiðari 2022
- Svend Brinkmann | Hugsa – sum leiðari sum menniskja
- Pernille Garde Abildgaard og Tina Storm | 4 daga arbeiðsvika
- Brian Lykke | Ein løta í skellilátri
- Kjósan av ársins leiðarum
- Stuttligt stuttflutt afterparty á Hotel Føroyum

Send tína tilnevning til Ársins leiðarar til synergi(at)synergi.fo.

Les alt um Leiðaradagin > her <

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo