Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til verkætlanina at lata ein part av Havnará upp, hevur verið neyðugt at kanna fleiri viðurskifti, áðrenn farast kundi í holt við sjálvt projekteringsarbeiðið.

Arbeitt hevur somuleiðis verið við uppskoti til tekniska loysn, hvussu áin kann latast upp við reinum vatni, har dálkað vatn verður leitt uttan um sjálva ánna.

Í tilgongdini hevur verið arbeitt við møguleikanum partvíst at lata Havnará upp, men verður hetta ikki mett ráðiligt, sum umstøðurnar eru í dag. Tí tekur verkætlanin støði í at gera eina á oman á verandi Havnará.

Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um strekkið frá Betri Banki og oman til sunnara enda á tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe stendur.

Zeta Architects hevur tilevnað eitt skipanaruppskot, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn.

Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna.

J&K Petersen vann útboðið við lægsta tilboði og býráðið hevur í kvøld samtykt at játta samanlagt 12 miljónir til endamálið. Sum skilst verður ikki farið undir arbeiðið, fyrrenn summartiltøkini í miðbýnum eru liðug. Løgtingið lutekur í verkætlanini og rindar ein part.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo