40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað verður nógv á skránni á bilafestivalinum, og tað verður ókeypis - bæði hjá vaksnum og børnum - at vitja festivalin. Umframt at sýna fram bilar og ymiskar tænastur til akfør, hevur festivalurin eisini tombola, búffar, kjak um bilar og bildekk og góðan tónleik at bjóða

Tað er nú um vikuskiftið, 17. og 18. apríl, at Føroya størsti bilafestivalur verður á Svangaskarði á Toftum. 

Bilasølur, sum fara at vísa fram sínar bilar, verða eitt nú Berg Motors, Reyni Service, Bilrøkt, Nordbil, Wenzel, Auto Service, Bilasølan og Nordcar.

Aðrir veitarar við tænastum til bilar og súkklur verða eitt nú Autolakkering, Bilverkstaðið á Kambsdali, FTZ, Bilreins, Skeltið, SEV, Amboð.fo, First Stop, Billutir, Vollabúðin og aðrir.

Við á bilafestivalinum verða eisini fíggingarstovnar.

Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum fer at seta bilafestivalin í stóra tjaldinum, sum er sett upp á Svangaskarði, har bæði fótbóltsvøllurin og rennibreytin verða brúkt til framsýningarøki og aðrar aktivitetir. 

Sjálv setanin verður leygardagin klokkan 14, og beint eftir lata tombola og lutaseðlasøla upp.

Klokkan 15 leygardagin verður eitt forvitnisligt tiltak, sum kallast “Klárar tú at krasja bilin?” Her kunnu fólk royna ein bil, sum ikki kann krasja. Tú koyrir ímóti einum pútuveggi, og klárar tú at krasja bilin, fært tú ein vinning.

Tað er Berg Motors, sum stendur fyri hesum tiltaki. 

Klokkan 15 leygardagin fara eisini Gadder’s at framføra, og tá kunnu fólk eisini keypa sær ein góðan festivalbúff við øllum góðum afturvið. 

Tað hendir nógv á Svangaskarði leygardagin, og longu klokkan 16 verður pallborðskjak um el-bilar kontra vanligar bilar, og kjakið verður stroymt. 

Klokkan 17.15 verður aftur pallborðskjak, og hesaferð fer kjakið at snúgva seg um píkadekk - ella ikki píkadekk. Í kjakinum fara eitt nú Halleluja Sofus og Justin Philbrow at luttaka við Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, sum orðstýrara.

Magni Christiansen fer at syngja leygardagin klokkan 18.30, og klokkan 20 letur tjaldið aftur.

Sunnudagin, 18. apríl klokkan 14, verður lagt til brots aftur á Toftum, tá tjaldið letur upp - við tombola og ymiskum eydnuspølum, eins og barnakór eisini fara at framføra í tjaldinum stutt eftir upplating.

Klokkan 15 sunnudagin verður fótbóltur á skránni, og tá fara B68 og EB/Streymur í bestu deildini at spæla dyst á ovara vølli í kappingini um løgmanssteypið.

Sunnudagin klokkan 16 fer Signar í Homrum at syngja.

Klokkan 19 sunnukvøldið verða flottastu bilar kosnir, og tá skal veljast millum 1) Føroya flottasta 4×4 bil, 2) Flottasta útstillingsbil - og 4) Føroya flottasta bil.

Tá verður eisini drigið um vinnararnar av lutaseðlunum.

Seinast á skránni á Svangaskarði sunnukvøldið verður Ragnar í Vík, sum fer at syngja, og tá hann er liðugur klokkan 20, fara fyriskipararnir at takka fyri.

Meira um stóra bilafestivalin á Svangaskarði, leygardagin og sunnudagin, 17. og 18. apríl, sum er komandi vikuskiftið, kann lesast á Facebook-síðuni - www.facebook.com/BILAFESTIVALURIN

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo