40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi & viku sóu vit í kvøld eitt langt innslag um, hvussu LGBT stríðist fyri at fáa samkynt foreldur javnstillaði við hinskynt foreldur. Jóhan Dahl er tilreiðar at seta samgonguna uppá spæl fyri at tryggja hesum foreldrum hesi rættindi.

Forkvinnan í LGBT segði, at løgmaður hevði lovað at koma við eini loysn í november, men tey bíða framvegis.

Nú fari eg at fortelja um ein bólk av føroyngum, sum fyri trimum og einum hálvum ári síðani vann sær ein sigur, við tað at teirra mál endiliga varð viðurkent sum føroyskt mál. Tað eru deyvir føroyingar og málið eitur ’føroyskt teknmál’.

Við hesi viðurkenning fylgja somu rættindi, sum aðrir føroyngar, ið tosa føroyskt: Rættin at fáa alt føroyskt tilfar tulkað, bæði í sjónvarpi, útvarpi og á føroyskum heimasíðum. Tulkar til undirvísing, sosiala samveru og so framvegis.

Hetta ljóðar alt so jaligt, men ikki ein króna fylgdi við hesi viðurkenning.

Síðani føroyskt teknmál varð viðurkent sum føroyskt mál, er onki framstig gjørt fyri, at deyvir føroyingar skulu fáa betri atgongd til øll tey viðurskifti, sum eru púra natúrlig hjá øðrum, hoyrandi føroyingum, til dømis at fáa atgongd til øll tíðindi, soleiðis at tey kunnu fylgja tí, sum hendir í samfelagnum, eins og onnur.

Í samgonguskjalinum, undir ALMANNAMÁL á síðu 14 hjá sitandi samgongu stendur: ”Deyvatulkingartænastan verður styrkt” (rætta navnið er sjálvandi ”Teknmáls- og tulkatænastan”, men lat tað fara).

Á Íslandsvegi 10b, har Deyvahúsið liggur, hava vit ein granna hinumegin vegin, sum tekur sær av blindum brúkarum. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri teirra brúkarar og fyri fleiri árum síðani gjørdust tey ein stovnur, nevniliga Sjóndepilin.

Sjóndepilin hevur eina árliga rakstrarjáttan uppá umleið 6,8 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at Deyvafelag Føroya fær kr. 982.000,- til rakstur.

Sjóndepilin hevur 10,5 fólk í arbeiði. Deyvafelagið hevur ikki pening til at hava fólk í fulltíðarstarvi, hóast tað er tørvur á tí.

Og so komi eg aftur til hetta at javnseta bólkar.

Hvussu ber tað til, at hesi bæði feløg ikki verða javnsett?

Og Deyvafelagið – ella Deyvastovnurin, sum tað átti at verið, um vilji var til tað frá almennari síðu, hevur sama ynski at taka sær av sínum limum sum til dømis tey blindu.

Í báðum førum er talan um sonevnd sansabrek.

Síðani januar 2020 hava vit í Deyvafelag Føroya tosa við Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Vit hava givið teimum okkara boð uppá, hvussu vit kundu skipa okkum, so deyv í Føroyum og teirra avvarðandi kundu fingið ta hjálp og tann stuðul, sum tey eiga at fáa og hava rætt til.

Øll, sum vit tosa við, eru jalig og siga seg skilja problematikkin, men onki hendir. Vit rykkja og rykkja, men tað sigur tað sama. Ymsu ráðini skylda hvørt upp á annað, og ongin vil eiga rokningina.

Tað hevði verið áhugavert at sæð, um nakar politikari hevði verið sinnaður at sett eina samgongu uppá spæl, fyri at deyvir føroyingar kundu fingið teirra rættindi undir somu treytum sum ein og hvør annar føroyingur.

Men tað átti nú ikki verið neyðugt.

Ingibjørg Jacobsen
Dagligur leiðari
Deyvafelag Føroya, Deyvahúsið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo