Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norðurlandahúsið var at kalla fullsett tá nýggi filmurin Grindahvalur við millum annað Sir David Attenborough, varð sýndur fyrstu ferð.

Filmurin var áhugaverdur, ikki minst tí at vit hesaferð sóu hvalin øðrvísi enn vit vanliga gera. Og uttan ein einasta blóðdropa.

- Men tað er helst tí, at myndirnar ikki eru úr Føroyum, sum onkur áskoðari stillisliga helt fyri.

Og kanska júst tí kendist filmurin ikki eins viðkomandi. Tí hóast góðu myndirnar av grindahvali, sum Drew Sutton hevur tikið, vóru forkunnugar og øðrvísi enn vit eru von við, so vóru tær ikki tiknar her hjá okkum.

Argumentini hava vit hoyrt fyrr: Nú hevur grindahvalurin tænt føroyingum so leingi, at tíðin er komin at byrja at gjalda skuldina. Ella, sum David Attenborough segði, tit føroyingar nýtast ikki at kvetta tykkara samband við hvalin, tit skulu bara umskapa tað.

Tí úti í heimi er tað longu gjørt nógvastaðni, at ístaðin fyri at drepa hvalin verður hann vístur ferðafólkum, sum vilja gjalda nógv fyri at síggja hann. Og so gongur kabalin upp.

Eftir filmin, tá tað var gjørligt at seta spurningar, hevði onkur av áhoyrarunum tó roknað seg fram til, at virðið á tvøstinum var so stórt fyri føroyingar, at tað skulu nógvar milliónir koma inn frá hvalasafari, um tað skal viga upp ímóti.

Sum heild var hetta eitt áhugavert tiltak, eisini tí tað helst er fyrstu ferð at føroyingar, sum alment hava sagt seg vera ímóti grindadrápi, hava skipað fyri einum átaki fyri at fremja sína søk.

Rúni Nielsen, stigtakari til filmin og tiltakið í Norðurlandahúsinum, sigur, at filmurin verður at síggja á heimasíðuni GRINDAHVALUR.ORG í morgin árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo