40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin er so smátt farin at loysa frá posabandinum viðvíkjandi politikkinum hjá nýggja flokkinum.

Øll ung eiga at gera eitt slag av samfelagsligari herskyldu, eina borgaraskyldu í seks mánaðir. Tey kunnu hjálpa til á ellisheimum, í verjuni, innan mentanarlívið, náttúruverju ella í stovnunum, okkara sivilsamfelag hvílir á, heldur Lars Løkke Rasmussen, sum eftir 40 ára limaskap segði flokkinum Vinstra farvæl og nú ætlar at stovna nýggjan flokk, Moderaterne.

- Vit hava leingi havt herskyldu, og tann skyldan kom, tí landið var hótt og mátti verjast. Nú hava vit aðrar avbjóðingar og brúk fyri djúpri loysnum, sigur Lars Løkke Rasmussen við Weekendavísina.

- Tað fylgja skyldur við at vera borgari í okkara samfelag, skyldur sum røkka longri enn bara eg, eg og aftur eg. Vit eru borgarar, men eisini meðborgarar, sigur føroyskt gifti Lars Løkke Rasmussen, sum fekk yvir 40.000 persónligar atkvøður, seinast fólkatingsval var í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo