40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Rakel Helmsdal bjóðar í nýggju bók síni Miljuløtur lesarunum við aftur til søguheim sín Port Janua.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út, sum er eitt stuttsøgusavn til børn um gentuna Milju. Søgurnar siga frá upplivingum hjá Milju, frá tí at hon er 7 ára gomul, til hon er 12 ára gomul.

Í søgunum hoyra vit um hendingar úr gerandisdegnum hjá Milju. Hon upplivir mangt og hvat, sum bæði er stuttligt og spennandi, og onkuntíð okkurt, sum er óhugnaligt ella syrgiligt. Men søgurnar hava altíð ein fjálgan og inniligan kjarna.

Millum søgurnar eru smá Andarhald, har vit síggja, hvussu heimurin hjá Milju er flættaður saman, og vit hitta fólk í familju hennara og fólk úr býnum. Søgurnar um Milju vísa eina mynd av eini gentu, sum hevur nógvar kenslur og tankar og eitt ríkt hugflog. Lesarin sleppur at uppliva eina rúgvu av smáum, gerandisligum ævintýrum saman við Milju.

Nakrar av søgunum um Milju hava áður staðið í Míni Jólabók, og aðrar eru nýskrivaðar. Nú eru tær allar savnaðar í Miljuløtum. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina. Bókin er innbundin og 141 bls.

Rakel Helmsdal skrivar bøkur til allar aldursbólkar, til tey smáu, tey eitt sindur størru børnini og ung. Nýggjasta Skrímslabókin, Neyðars skrímsl, um Stóra og lítla skrímsl varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2017. Hesar bøkurnar eru eisini týddar til fleiri onnur mál. Ungdómsskaldsøgan Hon sum róði eftir ælaboganum fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo