40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jógvan Arge gevur nú út bókina “Yvir til Bryggjubakka”, sum er tann fjórða í røðini Mín krýnika. Hon snýr seg um týðandi politiskar og aðrar hendingar í Føroyum frá fyri 1970 og nøkur ár fram.

Tað var spennandi at byrja í Útvarpi Føroya 1. januar 1970. Fyrsta dagin frættust tíðindi, sum kravdu broyting í landspolitikkinum. Landsstýrismaðurin Villi Sørensen doyði, og inn á pallin trein verkfrøðingurin Atli Dam, sum skjótt tók við sum løgmaður. Hann kom heim úr oljulandinum Kuwait, sigur forlagið Tjarnardeild í tíðindaskrivi.

Høvuðsmál fyri framman var limaskapur í EEC ella ei. Meiningarnar vóru ymiskar. Andstøðingar stovnaðu Fólkafylkingina móti EEC. Landsstýri og løgting samráddust við Bruxelles. Føroyum varð játtað ein serlig umhugsunartíð at taka støðu til limaskap.

Um hetta mundið var illa dámt, at føroysk skip fiskaðu við gørnum á landleiðini. Tingið bannaði garnaveiðu á várgrunnunum. Hetta elvdi til øgiligt rok við eggjakasti og samanbrestum við tinghúsið. Útvarpið var í andgletti. Tíðindi og undirhald stóðu fyri skotum. 

Ov ring mura hevði sníkt seg inn í tíðindaflutningin, og hermandi undirhaldið í V4 var stór hóttan móti samfelagsmoralinum, søgdu atfinnararnir. Ein skelkandi hending í 1970 var flogvanlukkan í Mykinesi, sum kravdi átta mannalív. Bjargingarliðið slapp ikki upp á oynna á Lendingsgjógv, men mátti nýta Byrgið á norðursíðuni.

Løgtingsval broytti ikki lutfallið á tingi, men nýggjur tingmaður var Atli Dam, og Erlendur Patursson kom brestandi inn aftur við methøgum atkvøðutali. Tingmenn vildu framvegis ikki kunngera samgonguavtaluna. Farið varð undir Føroya fyrsta meginland. Við brúgv og nýggjum bergholi vórðu ferðsluæðrarnar í Streymoynni og Eysturoynni bundnar saman í eitt kervi. 

Stórt starvsmannaverkfall var í 1971. Útvarpið og almennir stovnar lógu leingi lamnir. Frælsis-útvarp Føroya var at hoyra. Eitt fólkatingsval gav politikarum í útnorði avgerandi orðið um skipan av stjórn. Zakarias Wang í Føroyum og Moses Olsen í Grønlandi vóru spennandi valevni. Og ríkis-umboðsmaðurin Mogens Wahl skifti amtmansborgina í Havn  um við Amaliuborg í Keypmanna-havn.

Hesa tíðina helt útvarpið til í tí lívliga vinnuliga umhvørvinum á Bryggjubakka og Vestaruvág.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo