40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hósdagin 14. desember fylti Jógvan í Lon Jacobsen, professari í málfrøði á Føroyamáls­deildini á Fróðskaparsetri Føroya, 60 ár. Í tí sambandi høvdu starvsfelagar hansara tikið stig til eitt rit honum til heiðurs. Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum. 9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum, 6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum. Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða. Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir. Aðrar greinir viðgera mál og málstøðuna í skúlaverki og landinum sum heild í Føroyum og næstu grannalondunum Íslandi og Noregi. Uppaftur aðrar greinir seta sær fyri at lýsa úrvald málfrøðilig evni og fyribrigdi, serliga í føroyskum, og í øðrum greinum verða bókmentir viðgjørdar og lýstar.

Tey, ið hava skrivað grein í heiðursritinum, eru: Kristján Árnason, Michael P. Barnes, Kirsten Brix, Endre Brunstad, Bergur Djurhuus Hansen, Zakaris Svabo Hansen, Caroline Heycock og Hjalmar P. Petersen, Martina Huhtamäki, Þorsteinn G. Indriðason, Ernst Håkon Jahr, Anfinnur Johansen, Margrét Jónsdóttir, Jóhannes Gísli Jónsson, Torodd Kinn, Remco Knooihuizen, Tore Kristiansen og Hanna Birkelund Nilsson, Jón Símon Markússon, Malan Marnersdóttir, Bergur Rønne Moberg, Gudlaug Nedrelid, Randi Alice Nilsen, Vár í Ólavsstovu, Bolette Sandford Pedersen, Helge Sandøy, Michael Schulte, Turið Sigurðardóttir, Idar Stegane, Kim Sandvad West og Eivind Weyhe.

Heitið Bók Jógvan er hugsað at sipa til áhugan hjá Jógvani fyri okkara málsøgu og málsliga margfeldi. Mynstrið, sum orðingin í heitinum Bók Jógvan fylgir, er ein av mongum háttum at lýsa ognarsamband í føroyskum, tó at tað ikki er eins vanligt og onnur mynstur.

Permumyndin er ein málningur eftir Frits Johannesen. Málningurin er av Bakkanum í Fuglafirði fyri einum 40-50 árum síðani.

Forlagið Fróðskapur gevur út heiðursritið Bók Jógvan. Ritstjórnað hava Zakaris Svabo Hansen, Anfinnur Johansen, Hjalmar P. Petersen og Lena Reinert.

Tíðindaskriv frá Fróðskapi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo