Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mikudagin tann 16. des. Kl 16.00 hava Kátir Kallar útgávudag í TUTL á Káta Horninum, har Kátir Kallar fara at framføra nøkur løg av fløguni.

Fyrsta fløgan, sum hevur heitið “ Jazzbók Føroya Fólks” inniheldur kendar sangskattir, ið Føroya fólk hevur tikið til sín. Sjálvir hava teir lagt tónleikin tilrættis, og hava við sínum framúr spæli skapt eina áhugaverda fløgu. Løgini verða framførd við melankoli, skemti og álvara við einari nostalgiskari og innarliga kenslu av fólksligheit og gleði.

Hetta er gjørt í eini roynd at skapa eina føroyska sokallaða standard jazzskrá, siga limirnir í bólkinum.

Tað stuttliga og serliga er, at hetta eru løg, sum fólk kenna frammanundan, og tí geva tey tónleikinum størri ans, tá ið tey hoyra hann verða framførdan. Tónleikurin er aktuellur fyri eina breiða áhoyrarafjøld.
Hetta er fyrsta, men ikki seinasta útgávan lova teir í bólkinum. Teir fara væntandi í upptøkuhølini aftur seinni í komandi ári.

Løg sum eru á fløguni
Josephine – Teitur Lassen, Anette Bjergfeldt
Í Dans – J. Davidsen/Vísulag
Ólavur Riddarós – Kvæðalag
Rædda Maria – Kári Leivson (Petersen), Per Debess
Aldan brýtur hvít…- H.A.Djurhuus/S.Petersen
Selatrað 8. Juni 1626 – Tummas N. Djurhuus/Egi Dam
Tú alfagra land mítt – Símun av Skarði, Petur Alberg
Heilur, Frelsari og Kristur – Grundtvig/Hoffmann

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo