Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjadagin 25 sept. kemur út nýggj fløga og dvd við Svein í Prestgarði.

Fyrr í ár fór Svein, saman við øðrum, til USA at taka eina nýggja fløgu upp. Fari var í Crossroads Studio í Asheville, har fleiri føroyskar fløgur eru framleiddar seinastu árini.

Svein hevur eina sera vakra rødd og kemur hon sanniliga til sín rætt á hesi fløgu, sum inniheldur 13 sangir, í vøkrum country hami. Fløgan ber heitið Ferðist heim. Hetta er tað sum fyllur nógv í lívinum hjá Svein, at ferðin gongur heim til teir himmalsku búðstaðir.

Svein hevur eisini eina sera áhugaverda lívsøgu at siga fra. Hetta kemur alt fram í filminum sum er við í fløguhúsanum, filmurin ber heitið "Tvey lív - Ein lívsleið".

Í samband við útgávuna, vera útgávukvøld, við filmi, sangi og tónleiki, á fylgjandi støðum:

Fríggjakvøldið 25 sept. kl. 21 í Roynhøllini, Hvalba
Leygarkvøldið 26 sept. kl. 20 í Betesda, Klaksvík
Sunnukvøldið 27 sept. kl 18 í Ebenezer, Tórshavn
Mánakvøldið 28 sept. kl. 20 í Nebo, Toftir.

Ókeypis atgongd er til øll kvøldini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo