Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Jenny í Heiðinum, stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus, eigari av Hotel Djurhuus, Debes Petersen, stjóri Kemilux og Jeanette Lassen, vørumennari Kemilux

Jenny í Heiðinum, stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus, eigari av Hotel Djurhuus, Debes Petersen, stjóri Kemilux og Jeanette Lassen, vørumennari Kemilux

Hotel Djurhuus: Hotel Djurhuus hevur í longri tíðarskeið brúkt orku uppá at framleiða eina føroyska sápu og nú er hon komin á marknaðin.

Eingin ivi skal vera um, at sápan er føroysk, tí hon er framleidd av føroyskum vatni og rabarbum, hevur eitt lítið føroysk flagg aftanfyri á etikettini og frammmanfyri á etikettini, hómast allar 18 føroysku oyggjarnar. Hon er sniðgivin í Føroyum og føroyska fyritøkan Kemilux stendur fyri framleiðsluni. 

Sápan hóskar væl til sniðgevingina á Hotel Djurhuus. Etikettin er svørt eins og hotellið og sæst ein týðiligur samanhangur í sniðgevingini. Tó er hetta ein sápa, ið eisini hóskar inn í nærum hvørt húsarhald, tí eingin litur brýtur frá og er sniðgevingin modernað og einkul.

Sápan er serstøk og er ætlað teimum ið ganga høgt uppí kvalitet.

Sápan er mild – bæði fyri hendur og náttúruna, hon angar væl av rabarbum og fæst bæði sum hondsápa og sum shampoo.Hetta er føroyskur kvalitetur.

Hon fæst til sølu í Nips SMS, Hotel Djurhuus, dutyfree Vága Floghavn og á www.skalkur.fo

Jenny í Heiðinum, stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus, eigari av Hotel Djurhuus, Debes Petersen, stjóri Kemilux og Jeanette Lassen, vørumennari Kemilux

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo