Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvønn dag koma nýggj prógv á borðið um umfatandi valsvik í USA.

Vinstrapressan hevur eftir øllum at døma sett sær fyri fullkomuliga at síggja burtur frá øllum prógvum sum verða løgd fram.

Hoyringar hava verið hildnar í Georgia, Nevada og Penesylvania. Fleiri og fleiri vitnir koma fram og hava undir eiði váttað, at umfatandi valsvik er framt í øllum statum.

Tað sær út til, at tampurin veruliga brennur undir Biden.

Í Georgia hevur guvernørurin nú boygt seg. Nú skulu eisini undirskriftirnar kannast. Helst hevur valumsitingin í Georgia gjørt eitt álvarsamt mistak við at slaka uppá krøvini til kannan av brævatkvøðum. Sama skili er í Penesylvania, Michigan og Nevada.

Her er ein tíðndastubbi frá Fox News, har sera tyngjandi prógv verða løgd fram.

Spenningurin í USA økist í hvørjum.

Sí innslag her

Les eisini:

Valsvikið í USA

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo