40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum tjóvur á nátt og Í lívd av koronakreppuni, hevur fíggjarmálaráðharrin Jørgen Niclasen í eini knappari vending luskað eitt uppskot inn gjøgnum bakdyrnar, sum eitur løgtingsmál nr. 130/2019 um eina sokallaða “afturbering” av lønum hjá altjóða flogvinnuni.

Hetta mál skal nú skrumblast ígjøgnum - helst saman við kreppupakkunum í samband við koronasmittuna, - og helst soleiðis, at eingin rættuliga fær stundir at umráða seg fyrr enn alt er yvirstaðið, og tað ikki kemst afturumaftur.

Jørgen hevur nevniliga verið í lótum fyrr, og veit alt um “yvirrumplingstaktik”.

Hann dugir handverkið at taka politisku skipanina á bóli, til lítar. Tak bara sokallaða flatskattin og fyritíðarskatting av pensiónum, sum í síni tíð var framd nærum í óðum verkum, og uttan, at hinir samgonguflokkarnir fingu eitt bein til jørðina.

Loftingarpolitikkur
Tað er sostatt ikki av tilvild at júst henda løtan er vald til enn eina sniðfundiga stuðulsskipan, sum við sympatisku og vælmeinandi orðingini hjá Olaf Olsen, sum i síni tíð sat sum fiskimálaráðharri, verður kallað “afturbering”, og ikki við síni veruligu røttu meining, nevniliga beinleiðis peningastudningur úr landskassanum fyri skattaborgarans rokning.

Hetta er av sonnum “loftingarpolitikkur”, tá hann er bestur – (orðið eigur Finnbogi Ísaksson).

Henda sokallaða loftingarpolitikk hevur føroyska samfelagið roynt áður við katastrofalum avleiðingum. Hesar “afturberingar” til høvuðsvinnuna, sum okkurt ári (1989) komu uppá góða ½ milliard kr., og sum eisini tá skuldu styrkja um nonevnda “kappingarføri”, endaðu jú við einum “statsbankarot”, sum neyvan áður hevur sæð sín líka í nøkrum framkomnum samfelag á okkara leiðum.

So sunnur og konstruktivur var hesin respiratorpolitikkur landskassans, at hann endaði við eini fullkomnari niðurbræðing av hesi somu høvuðsvinnu, sum hevði móttikið milliardir og aftur milliardir í “afturberingum” frá føroyska skattaborgaranum, heilt frá tí, at vanlukkuligi ráfiskagrunnurin bleiv stovnaður í 1975, til alt fór fyri bakka í stóra skrædlinum í 1992.

Bara árini 1986 – og til endan á kreppuni vóru 3,1 milliard rætt og slætt blakaðar á bláman í “afturbering” til fiskivinnina - og ikki at forgloyma veðhaldsútgjøldini, sum bara í 1992 – 1993 vóru heilar 2,6 mia kr.

Javnvágin í vinnuni verður skeiklað
Politiska minni er stutt, og somu mistøk hava lyndi til at endurtaka seg ferð eftir ferð, bara við nøkrum ára millumbili.

Her verður so settur skjøtil á ein nýggjan loftingarpolitikk, og sum ikki einaferð við “borgarliga” fólkaflokkinum á odda.

Við slíkum inntrivum har bæði kappingarføri og javnvágin í vinnuni tilvitað verður skeiklað til fyrimuns fyri ávísar bólkar og útvaldar persónar, er nú ætlanin hjá politiska valdinum enn einaferð at seta marknaðarbúskaparligu lógirnar úr gildi í Føroyum.

“Afturbering” grundað á kapping úr lágskattalondum
Hvørji eru so hesuferð undanførslurnar fyri at senda skattgjaldaranum hesa eykarokning fyri at leska eina ávísan part av eini vinnugrein við almennum peningi fram um aðrar, kundi hóskandi verið spurt?

Jú, Jørgen Niclasen, hevur so sanniliga nakrar sera góðar grundgevingar fyri hesum í sínum viðmerkingunum til lógaruppskotið – heldur hann sjálvur!

Hann nevnir t.d, at onnur feløg innan flogvinnuna fáa sær heimstað í lágskattalondum, so sum Írlandi, fyri harvið at minka um sínar útreiðslur og økja um sítt kappingarføri.

Fyri at kunna standa seg mótvegis hesi kapping metur hann alneyðugt, at flogfeløg skrásett í Føroyum ístaðin fyri at fáa sær eitt skattaskjól, nú fáa ein varandi studning úr landskassanum, svarandi til eina “afturbering” av lønarútreiðslunum uppá 35 %, umroknað til ca. 12. mio. kr. undir núverandi fortreytum, tá tað í løtuni av góðum grundum bert snýr seg um Atlantsflog.

Jørgen ætlar sær sostatt at fara í holt við eina nýggja og broytta kapping við stóru útlendsku flogfeløgini, - ein kapping, sum eftir øllum at døma í siðsta enda skal avgerðast við landskassastudningi!

Uppskotið illa undirbygt
Onki verður sagt um ítøkiligu lágskatta- fyrimunirnar fyri hesar duldu kappingarneytarnar hjá Atlantsflog, sum okkum vitandi bara er SAS í løtuni.

Enn minni er uppskotið undirbygt við nøkrum haldgóðum útrokningum, sum kunnu rættvísgera ein slíkan studning út landskassanum mótvegis hesum “postuleraðu” lágskatta-fyrimunum hjá kappingarneytunum.

Sum ikki einaferð er talan um meira ella minni sveimandi og ullintar grundgevingar, sum tilvitað ikki mugu gerast meira ítøkiligar enn hægst neyðugt, tá vandi annars er fyri at sjálvt fundamentið undir uppskotinum fer at ridla.

Skaðiliga og avskeplandi ávirkanin á vinnuna
Eitt annað fyribrigdi av hesum uppskotið, sum als ikki verður umrøtt, er skaðiliga og avskeplandi ávirkanin, sum ein hvønn almenn stuðulsskipan, beinleiðis sum óbeinleiðis, hevur á føroyska vinnulívið sum heild.

Beinleiðis og óbeinleiðis studningur til eina vinnugrein fram um aðra, tað verið seg afturberingar, skattafrádráttir, gávir frá tí almenna í form av kunstiga lágum prísum fyri vørur ella rættindi, eru politisk inntriv, sum uttan undantak skeikla marknaðin og elva til ójavna kapping.

Tá tað á henda hátt bert verður ein spurningur um hvør hevur bestu politisku sømdirnar, sum avgerða hvør stendur seg best í kappingini og hevur størstu yvirskotini, og als ikki hvør er “bara” er dugnaligur, ágrýtin og arbeiðsamur, er vandi fyri, at hesar fyritøkur, sum fáa sokallaðu “sømdargávurnar” frá tí almenna, sum frá liður fara at eta seg inn á restina av vinnulívinum, og í síðsta enda yvirtaka tað heila.

Hetta er ivaleyst tað størsta vandamálið við studningskipanini hjá Jørgen.

Atlantsflog er nevniliga ikki bara í kapping við útlendsk feløg. Atlantsflog selur ferðaseðlar og rekur ferðavinnu innanlendis í Føroyum í kapping við aðrar. Atlantsflog er nú eisini farið í holt við at reka hotelvinnu, og onki er í vegin fyri, at Atlantsflog fer undir annað virksemi innan ferðavinnuna, so sum at leiga út bilar, skipa fyri útferðum v.m.

Tað er eyðsæð, at við landskassanum í rygginum og munandi lægri lønarútreiðslum enn kappingarneytarnir, svarandi til 12 mio. um ári, 120 mio. yvir 10 ár, og knappa fjórðingsmilliard yvir 20 ár, so kann Atlantsflog altíð undirbjóða allar aðrar í vinnuni, og seta teir skák mát, líkamikið um talan er um ferðaseðlar, gisting, leigubilar, útferðir v.m.

Hetta er ikki bara skaðiligt, men beinleiðis undirgravandi fyri alla okkara ferðavinnu, sum ikki hevur ein livandi møguleika at standa seg í kappingini móti studningsbornu fyritøkunum.

Er nakar glotti at hóma?
Men hvat gera politisku flokkarnir tá eitt slíkt marknaðarfíggjandligt uppskot frá fólkaflokkinum sær dagsins ljós.

Tað illa nokk kvøttur í samgongulimum. Tað er jú alkent, at teir allar flestu fyri langari tíð síðani eru endaðir í fólkafloksleypinum. Onkur lítil ljósglotti er tó viðhvørt at hóma í sambandsflokkinum, har gomlu búskaparliberalu hugsjónirnar ikki enn tykjast heilt og fullkomuliga køvdar. Jóhan Dahl, sum er ein av teimum heilt fáu, sum enn tora at tala Róma ímóti, hevur so hóast alt tikið síni fyrivarni, og formaðurin í fíggjarnevndini Magnus Rasmussen, er so ikki enn bankaður uppá pláss av fólkaflokkinum.

Tað er so bert at vóna fyri alla gistingar-, restauratións og ferðavinnu í Føroyum at hetta vinnufíggindaliga uppskot hjá Jørgen Niclasen um at skeikla kappingina til fyrimuns fyri ávíst útvalt felag, ikki vinnur frama, - tí eitt vita vit við vissu, - skal henda vinna í holt við at kappast móti sjálvum landskassanum, so bíður henni ikki bøtur!

Bjørn á Heygum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo