Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 600a, 600c og 600d, Tórshavn.
Uppskotið er gjørt í smb. við ætlanir um at byggja nýggjan ferðafólkaterminal, goymsluhøli, skrivstovur og tílíkt í økinum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 5. juli 2022 til 16. august 2022.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 16. august 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo