40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesum døgum er nýggj bók komin í bókabúðirnar.

Bókin ber heitið Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið, og er ein bók við uppskriftum og ymiskum ítrivi, sum familjan kann gera saman til jóla.

Skalt tú baka bollar, gera konfekt, baka cookies ella gera okkurt at hava omaná, so finnur tú uppskriftina í hesi bókini, og hevur tú hug at gera okkurt pynt til jóla, til dømis saman við børnunum, so finnur tú eisini tær uppskriftirnar í bókini.

Tað er Ranvá A. Knudsen, sum vit kenna frá “Dreymakøkurnar hjá Ranvá” á Facebook, sum gevur bókina út, og tað er samanrenningina av bakstri og ítrivi, sum skapar jólahugnan í heiminum, sum hon vil raka við bókini, Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið.

Í innganginum til bókina sigur Ranvá sjálv soleiðis:

“Líka síðani eg var lítil smágenta, minnist eg meg hava havt ein serligan tokka til jólini. Hugnin, kuldin, kavin, angin av nýbakaðum køkum og ljósini gera okkurt gott við meg, og tað er hesa tíðina, eg njóti at seta tíð av til at skapa ymiskt handaligt, baka og sum heild hugna um í heiminum”.

Ranvá hevur sjálvt gjørt allar uppskriftirnar í bókini og hon hevur eisini tikið allar myndirnar, sett upp og hon gevur eisini sjálv bókina út. Estra hevur prentað bókina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo