Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært ísraelskum miðlum umrøður stjórnin í landinum eitt uppskot frá Egyptalandi um vápnahvíld, og umbýti av fangum og gíslum.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur kortini sagt, at sjálvt um ein vápnahvíld nú verður avtalað, so merkir tað ikki, at kríggið er av, tí tað er tað ikki, fyrr enn Hamas er fyribeint.

Ísraelskir miðlar skriva sambært dpa, at vápnahvíldin skal vera í fleiri stigum, har fyrsta stig millum annað inniber, at 40 ísraelar, sum eru gíslar hjá Hamas, verða leyslætnir afturfyri 120 palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

Næsta fasa er samrøður undir egyptiskum eftirliti ímillum palestinskar bólkar, sum hava til endamáls at sameina palestinar, har stór ósemja er um ymsar spurningar. Í síðstu fasuni skulu ísraelar taka seg aftur úr hersettu økjunum, so fólk sum eru flýggjað kunnu fara heimaftur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo