Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Articon ger útstykkingina og heimilað er kommununi beinanvegin at fara undir at selja vinnustykkini.

Stórur eftirspurningur er á vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu. Økið omanfyri á Hjalla verður mett sum eitt gott øki til nýggja vinnuútstykking, tí hetta økið byggisamtyktarliga longu er eitt vinnuøki, men eisini tí at økið liggur tætt við aðra vinnuútstykking.

Linjuføringin av innkomuvegnum er nú endaliga løgd, og umsitingin mælir til, at leggja eina útstykking sunnan fyri vegin norðan fyri Stórutjørn.

Arbeiðið at gera innkomuveg er komið væl í gongd, og er farið undir at spreingja tunnilin undir Húsareyni. Í hesum sambandi er tørvur á, at grót úr tunlinum, sum ikki skal fara í vegagerð, kann fáast til høldar so skynsamt og skilvíst sum gjørligt fyri kommununa.

Vinnuútstykkingin á Ovara hjalla er væl egnað til at taka móti hesum gróti, samstundis sum tryggjað verður, at grótið verður stuttflutt og einans flutt eina ferð, umframt at tað ikki verður koyrt eftir kommunalum vegum ella landsvegum og harvið elvir til óneyðugt slit á hesar vegir.

Arbeiðstakarin á innkomuvegnum, Articon P/F, hevur víst á tørvin at fáa grótið frá tunlinum undir Húsareyni til høldar skjótast gjørligt, og í hesum sambandi latið kommununi uppskot til heildararbeiðstøku av verkætlanini at gera vinnuøkið.

Vísast kann á, at Articon P/F við heildararbeiðstøkuni at gera vinnuøkið, kann sameina verkætlanina við verkætlanina at gera innkomuvegin og Húsareynstunnilin, sum felagið eisini ger í heildararbeiðstøku. Hetta merkir, at felagið m.a. kann samskipa grótframleiðsluna úr vega- og tunnilsgerðini við annleggsarbeiðini í sambandi við vinnuøkið, sum hevur tørv á gróti.

Mett verður, at vinnustykkini kunnu seljast fyri kr. 1500,-/m². Hetta er kostnaður, sum endurspeglar kostnaðin at fremja útstykkingina. Fyri at styrkja um gjaldføri kommununar verða stykkini sett til sølu so skjótt sum gjørligt.

Tilmælið á býráðsfundinum í gjárkvøldið var, at heimilað verður umsitingini at samráðast við P/F Articon og gera sáttmála um heildararbeiðstøku av vinnustykkjunum á Ovara hjalla, og at heimilað verður umsitingini at samráðast við Búnaðarstovuna um keyp av neyðugum eyka lendi og gera sáttmála um hetta.

Skotið varð eisini upp at heimilað verður umsitingini at fara undir at selja vinnustykkini fyri í minsta lagi ein fermetrakostnað á kr. 1500,- fermeturin.

Tilmælið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri. Málið varð soleiðis samtykt við fyrstu viðgerð og beint víðari til aðru viðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo