40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Brasilski parturin av heimsins størsta regnskógi, Amazonas, lat frá sær nærum 20% meira koltvísúrni enn skógurin um somu tíð tók í seg.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum hevur vakt ans, tí hon rør framundir, at nú ber ikki longur til at rokna við, at skógurin beinir fyri einum parti av mannaskaptari CO2 dálking.

Frá 2010 til 2019 frígav Amazonas 16,6 milliardir tons av CO2 og upptók somu ár 13,9 milliardir tons. Tað er ein munur uppá nærum 20%, skrivar tíðarritið Nature Climate Change.

Orsøkin til munin er tann vælkenda, at ístaðin fyri at skógurin veksur, og harvið upptekur meira koltvísúrni, so verður hann feldur og trøini brend.

- Hetta høvdu vit helst ein varhuga av, men nú hava vit á fyrsta sinni staðfest tað og sett tøl á, sigur Jean-Pierre Wigneron, sum er ein av høvundunum til nýggju frágreiðingina. Hann leggur afturat, at enn vita vit ikki, nær skaðin er so stórur, at hann gerst ikki aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo