40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Virðislønta ungdómsskaldsøgan ”Dreingirnir” eftir Jessicu Schiefauer og ein endursøgd og myndprýdd útgáva av ”Um upprunan til sløgini” eftir Charles Darwin eru millum nýggjastu bøkurnar til børn og ung, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út

Úlvurin og flugan
Ein stuttlig pappbók til tey yngstu, har tit í felag kunnu undrast og fylgja við í, hvørjir lutir hvørva, so hvørt sum úlvurin etur teir. Antje Damm hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er 20 s. og til tey 0-1 ára gomlu.

Hundatúrurin
"Hundatúrurin" er ein stór og vøkur myndabók uttan tekst, har vit síggja eitt barn og ein hund ganga ígjøgnum teir mest undursomu heimarnar og landsløgini. Eitt ótal av smálutum og stuttligum og hugtakandi verum eru á myndunum, sum tit aldrin verða liðug at hyggja at. Hóast ongi orð eru, siga myndirnar frá hópin av søgum og kenslum og vekja undran og forvitni. Svenski myndprýðarin og rithøvundurin Sven Nordqvist hevur myndprýtt bókina. Bókin er innbundin, 32 s. og til tey 2-5 ára gomlu.

Lítli Virgar og drekin
Hetta er ein nýggj útgáva av væl dámdu søguni um Lítla Virgar og drekan eftir danska høvundin Ole Lund Kirkegaard. Rasmus Bregnhøi hevur myndprýtt við sínum sermerkta stíli, sum tó eru trúgvar ímóti upprunamyndunum. Í hesi søguni fara lítli Virgar, Oskar og Karl Emil at leita eftir einum dreka, sum Oskar sigur seg hava sæð niðri við vatnmylluna. Tað er eitt farligt ódjór við fýra høvdum og sjey beinum, sum bara etur prinsessur og eld. Um tað nú er til í veruleikanum. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Bókin er innbundin, 34 s. og til tey 6-9 ára gomlu.

Gangstaraomman
Ein sera stuttlig søga um Ben, sum gistir hjá ommu síni hvørt einasta fríggjakvøld, tí dansisjúku foreldrini hjá honum skulu hyggja eftir Dansifrøi. Ben heldur ommu sína vera nakað so keðiliga, tí hann veit, at tey altíð skulu spæla Scrabble og eta kál. Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni. Og tað er byrjanin upp á tað størsta, svakasta og mest ótrúliga ránið í heimssøguni. David Walliams hevur skrivað, og Tony Ross myndprýddi. Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft, 256 s. og til tey 10-12 ára gomlu.

Dreingirnir
Svenska ungdómsskaldsøgan ”Dreingirnir” eftir Jessicu Schiefauer fekk Augustprísin, sum er størsta bókmentavirðislønin í Svøríki. Bókin var eisini tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013. Bókin snýr seg um tríggjar 14 ára gamlar vinkonur, ið um dagin verða illa viðfarnar av dreingjunum í skúlanum, men um næturnar drekka nektarin úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Bókin er heft, 182 s. og til ung (13+).

Um upprunan til sløginiSabina Radeva er enskur lívfrøðingur, grafiskur sniðgevi og myndprýðari og hevur bæði myndprýtt og endursagt hesa nýggju, tillagaðu útgávuna av kenda verkinum hjá Charles Darwin, “Um upprunan til sløgini”. Bókin vendir sær til børn og greiðir frá ástøðinum um lívmenning – evolutión – á ein forvitnisligan hátt við teksti og myndum. Bókin snýr seg um alt frá ótrúligum fjølbroytni til stríðið fyri at yvirliva, frá minstu bakteriu til stóra Lívsins træ. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu bókina úr enskum. Bókin er innbundin, 60 s. og er bæði áhugaverd hjá børnum (uml. 8 og eldri) og vaksnum at lesa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo