Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Prestagjald og Frælsi: 1. januar 2020 kl. 14.00 verður afturvendandi nýggjársrenningin millum kirkjur í Vágum.

Í ár verður runnið/gingið frá Miðvágs kirkju til Sandavágs kirkju, teinurin er 3 km.

Til ber eisini at renna/ganga frá Sandavágs kirkju til Miðvágs kirkju og aftur til Sandavágs kirkju, tá er teinurin 6 km.

Frælsi bjóðar vatn og frukt, tá komið verður til kirkjuna í Sandavági.

Opið er í SÍF-húsinum til tey, sum vilja skifta áðrenn farið verður í kirkju.

Kl. 15.00 verður nýggjársguðstænasta í Sandavágs kirkju. Inga Poulsen Dam prædikar og Jórunn Gudmundsen syngur.

Øll eru hjartaliga vælkomin at byrja 2020 við einum frískum gongu- ella rennitúri saman við familjuni, arbeiðsfeløgum, vinfólkum o.ø, og síðan at fara til eina hugnaliga og gevandi guðstænastu í vøkru Sandavágs kirkju!

Gamlaárskvøld, 31.12 kl. 18.00, verður guðstænasta í Miðvágs kirkju. Marjun í Kálvalíð prædikar og Greta Svabo Bech syngur. Eftir guðstænastuna verður farið í Kyndlagongu út á Bakka, har Vága kommuna skipar fyri báli og fýrverki. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo