Nýggji Kambur farin fyrsta túr til fiskiskap.
Nýggji Kambur, sum felagið M&S á Strondum hava keypt úr Noregi, fór fyrsta túr í gjárkvøldið.
Arbeitt hevur verið við ymiskum umborð síðani skipið kom til landið, men nú var klárt at loysa.
Kambur hevur dragibrunn, og tí draga teir línuna upp gjøgnum skipið.
Gamli Kambur varð seldur til Vestmanna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo