Nýggjur borgarstjóri situr við borðendan í Vestmanna Kommunu, tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.
- Orsakað av, at Pauli T. Petersen, borgarstjóri, er í farloyvi frá 27. juni 2022 og í mesta lagi tveir mánaðir fram, er tað vararborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum hetta tíðarskeið røkir starvið sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.
Sama tíðarskeið er John Zachariassen, sum er næsti maður á listanum, aftur við á fundunum hjá kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo