Aðalfundur var í Betri Banka, fríggjadagin 3. apríl 2020.
Nevndin samtykti ársfrásøgn um virki felagsins í farna ári.
Per Noesgaard, sum hevur sitið í nevndini síðani 2018, stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað varð valdur Ivan Christiansen.
Ivan Christiansen er fyrrverandi stjóri í Sparekassen Thy. Hann sat sum stjóri har frá 1993 til 2015 og hevur drúgvar royndir í bankaheiminum.
Ivan Christiansen er 66 ára gamal og er í dag formaður í Thisted Forsikring.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Flemming B. Nielsen, formaður
Evy Jacobsen, næstforkvinna
Ivan Christiansen, nevndarlimur
Aslaug Gisladóttir, nevndarlimur
Janet Fríða Johannesen, nevndarlimur
Marion á Lakjuni, nevndarlimur
Kristian Østergaard, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Ann Gvøðny Dánialsdóttir, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Margareth D. Djurhuus, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo