40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er eitt sindur ymiskt frá staði til stað hvussu smittan ávirkar.

Soleiðis hava myndugleikarnir í Nýsælandi í dag gjørt av at steingja milliónabýin Auckland frá í morgin, eftir at tveir nýggir koronasmittutilburðir eru funnir.

Skúlar, handlar og onnur almenn støð verða stongd, og bert fólk við átrokandi ørindum sleppa út um einar dyr.

Tað sama hendi mitt í februar, tá býurin varð stongdur í tríggjar dagar, eftir at ein tilburður var funnin.

Støðan annars hevur verið góð í Nýsælandi viðvíkjandi korona.

Forsætisráðharrin, Jacinda Ardern segði, at tað er tí at summi fólk bróta sóttarhaldið, at smittan sleppur at breiða seg.

- Tað er ørkymlandi, segði hon, tá hon í dag helt tíðindafund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo