Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tíðindi

Faktorhúsini í Vestmanna, sum herfyri vórðu lýst til sølu, og økið kring húsini á Fitjum, skulu vera mentanardepil. 

Tað ætlar Jonhard Mikkelsen sum kanska er betur kendur millum føroyingar sum maðurin handan Sprotan.

Vestmanna kommuna hevur samtykt einmælt at selja faktorhúsini, ella Fitjahúsini sum Vestmenningar plagdu siga, til eitt felag undir stovnan, sum hevur stórar ætlanir við húsunum.

- Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein, ið eigur megi at draga fólk til sín og savna fólk úr øllum heraðshornum. Tað verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og góðum stuttfluttum mati í hesum serstakliga vakra og hugnaliga umhvørvi, verður millum annað sagt um verkætlanina.

Les meira um verkætlanina og síggj fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo