40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ein kanning, gjørd av Finans Danmark, og sum millum annað verður endurgivin í tíðarritinum Aktionæren, sum avdúkar, at korona kreppan er farin illa við góðu, gomlu einkrónuni. Stúrarin fyri, at smittað spjaðir seg við nýtsluni av kontantum pengum ger, at fleiri og fleiri velja at gjalda við gjaldkorti ella á annan talgildan hátt.

- Bankarnir fegnast, tí tað gevur teimum enn fleiri argument fyri at steingja dýru kassa avgreiðslurnar, skrivar miðilin. Lagt verður afturat, at neyvan eru tað øll sum fegnast. Eitt nú hevur felagið hjá teimum eldru víst á, at nógv eldri fólk ikki eru heilt álvulig við talgildu gjaldsloysnirnar. Eisini eru tað tey sum siga, at alt verður dýrari av ymsum ómaksgjøldum, sum altíð enda hjá kundanum. Og so eru tað tey sum vísa á, at talgildar gjaldsloysnir avdúka nógv um atburð hjá kundanum, og at bankarnir nú fara at vita alt um brúkaran.

Summi vísa tó eisini á, at tá nøgdin av kontantum pengum minkar, so minka eisini møguleikarnir fyri svørtum arbeiði og hjá kriminellum at virka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo