40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eitt spildurnýtt staklag innan andaligan tónleik er júst komi út. “Takkarsongur” eitur tað og er hetta okkara fyrsta staklag.

Fyrsta versið sigur soleiðis:

Hvør árstíðin hevur sítt mynstur,
sum Gud henni gav fornu tíð
tá jørðin varð hongd uppá onki
og myndað við fjøllum og líð.

So trúføst hon heldur ta ringrás,
sum Gud sjálvur setti ígongd,
so altíð í himli frá onkrum
kann hoyrast til Skaparan fagnaðarsong
.

Orð og lag, eiga hjúnini Tórður og Selma Johannesen, búsitandi í Miðvági.

Tey sum syngja eru Systkini í Garðinum úr Klaksvík. Tey eita: Selma, Hansina, Kathe, Una og Kjartan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo