40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Akstovan: Nú kunnu føroyingar ogna sær nýtt koyrikort, sum lýkur altjóða trygdarkrøv.

Tað var á vári í 2021, at Fíggjarmálaráðið góðkendi, at Akstovan kundi fara undir verkætlanina, sum var at menna eitt nýtt føroyskt koyrikort, sum lýkur altjóða trygdarkrøv.

Nýggja føroyska koyrikortið verður prentað hjá sama veitara í Danmark, sum m.a. prentar danska koyrikortið og passið til danskarar, føroyingar og grønlendingar. Nýggja koyrikortið hevur eina røð av trygdarlutum, sum eru ristir við lasara í plastið á koyrikortinum, og sum gera tað sera trupult at falsa koyrikortið.

Við vanligari málsviðgerð verður veitingartíðin av koyrikortum umleið 6 vikur. Tó ber til at framskunda veitingina, um koyrikortið skal brúkast skjótari, og er veitingartíðin tá umleið 2 vikur.

Tað er ikki neyðugt at umbýta gamla koyrikortið við eitt nýtt koyrikort, tí sambært altjóða reglum, kunnu koyrikortini við tí gomlu trygdini nýtast í altjóða ferðslu til 2033.

Nýggja koyrikortið kostar 250 kr., sum er sami kostnaður sum gamla koyrikortið. Skundveiting kostar 25 kr. eyka.

Øll, sum framyvir taka koyrikort ella endurnýggja sítt koyrikort, fara at fáa hetta nýggja koyrikortið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo