Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

Søgur og sagnir um fortíð okkara fortelja okkum, hvørji vit eru. Tær skapa veruleikan. Siga tær søgurnar so, at tú ert í undirlutan, og tú altíð fer at verða tann veikasta, fer hetta at skapa samleika tín. Fólk flest hava hoyrt søgnina um illu Beintu, men hvat lá í hesari lýsing?

Poddurin um symfoniska sangsyklussin BEINTA snýr seg um tónleik við einum boðskapi. Hann snýr seg um einsemi, og hvat kann standast burturúr avbyrging og kreativiteti.

Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum.  Hon var fødd í valaumstøðum í Havn í 18'indu øld, men endaði dagar sínar í armóð, aftaná trý vanlukkulig hjúnaløg við trimum ymiskum prestum.  Síðani deyða hennara í 1752, hevur Beinta verið lýst sum ein ónd kvinna, ið hevði skyldina í ruðuleikunum, ið vóru atvoldin til, at menn hennara doyðu. 

Í nýggja poddvarpinum ”Beinta” tosa vit við Onnu Katrina Egilstrøð um hennara verk frá 2016 um umstríddu kvinnuna Beintu. Talan er um eina symfonisku song ringrás, har sagnirnar um Beintu eru snúningspunktið. Verkið fer eina listarliga rannsókn av fløktu mótsetningunum. Verkið fekk góð ummæli frá donsku miðlunum, tá tað kom út og fekk sama árið hægstu viðurkenning frá danska listagrunninum. Beinta er eitt vakurt verk, bæði fyri roynda áhoyraran og tey, ið ongantíð áður hava verið til eina klassiska konsert.

- Søgur og sagnir um okkara fortíð eru við til at fortelja okkum, hvørji vit eru. Søgan um Beintu hevur í langa tíð verið merkt av eini neiligari lýsing, og hesum vil eg gera upp við, sigur Anna Katrin Egilstrøð.

Anna Katrin leggur afturat, at hon yvirskipað vil gera upp við kvinnuleiklutin og jantelógina í Føroyum. Á henda hátt sambindur hon eina gamla søgn við nakað, ið enn er viðkomandi í dag. Verkið verður framført í Norðurlandahúsinum mikudagin 1. septembur klokkan 19:30. Hetta er bara ein framførlsa av nógvum, sum verður sýnd í samband við Nordic Music Days. Tú kanst lesa meira um aðrar sýningar á: https://nordicmusicdays.org/fo/skra

Men vilt tú hoyra meira um hugsanina handan verkið Beinta, so er at lurta eftir nýggja poddvarpinum. Tað er Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge frá ungdómstoyminum hjá KvF BIIT, sum hevur gjørt poddvarpið. ”Beinta” er gjørt í samstarv við Nordic Music Days.

Hoyr Poddvarpið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo