40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Alireza Firouzja er bert 18 ára gamal og er ættaður úr Iran. Hann bleiv stórmeistari fyri fleiri árum síðan.

Men hóast tað eru 1000 talvstórmeistarar í heiminum, hava bert 14 telvarar áður megnað, at rokkið einum styrkitali omanfyri 2800.

Firouzja hevur verið flúgvandi innan telving í ár. Seinastu dagarnar hevur hann vunnið 8 av 9 møguligum stigum í European Team Chess Championship.

Hetta gevur honum eitt styrkital uppá 2803!!

Firouzja setti í vikuskiftinum harvið met, tí hann er yngsti telvari ið hevur rokkið 2800 í styrki. Hann er nú nr. 2 á heimsstyrkilistanum.

Norski heimsmeistaran Magnus Carlsen hevur hægsta styrkitalið.

Komandi fríggjadag byrjar annars HM dysturin millum Carlsen og russaran Nepo í Dubai.

Russiski avbjóðarin er við styrkitalinum 2782 nr. 5 á styrkilistanum.

Men fleiri vænta, at Firouzja vinnur kandidatkappingina í 2022 og verður harvið næsti avbjóðarin til HM dystin.

Sum gongdin er nú kann hann væl gerast yngsti heimsmeistarin í søguni.

Men Alireza Firouzja bjóðar ikki bert av tá talan er um telving. Hann hevur sett seg upp ímóti valdsharrunum í heimlandinum Iran, av tí at stjórnin har hevur noktað sínum telvarum at telva móti ísraelskum telvarum.

Firouzja flutti í 2019 til Fraklands har hann søkti um og fekk franskan ríkisborgararætt. Síðani juli í ár hevur iranska stjørnuskotið telvað undir fronskum flaggi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo