Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Á fundi 16. februar 2024 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nývalda Leiklistaráðið. Landsstýriskvinnan staðfesti, at tað hava verið trupul kor í nøkur ár rundan um Tjóðpallin og yrkisleiklistina, men at nú ræður um hjá nýggja Leiklistaráðnum at royna at savna og menna palllistaøkið.

Sirið Stenberg brúkti høvið at kunna um uppgávurnar hjá Leiklistaráðnum. Millum uppgávurnar er at umrøða leikskrá, fíggjarstøðu, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya. Leiklistaráðið skal góðkenna fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfesta virksemi stovnsins eftir tilmæli frá stjóranum. Leiklistaráðið setir stjóran og skal tryggja samstarv á breiða leiklistaøkinum.

Ein týdningarmikil uppgáva er eisini at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðul til yrkisleiklist, og hetta verður fyrsta ítøkiliga mál hjá nýggju limunum.

Limirnir í Mentanarnevndini í Løgtinginum vóru eisini bodnir við á fundin, so teir kundu heilsa upp á limirnar í nýggja Leiklistaráðnum.

Eitt stórt og spennandi mál fyri framman er at byggja eitt nýtt tjóðleikhús, so Tjóðpallurin og yrkisleiklistin fáa góðar karmar til virksemið. Nina Arge, verkætlanarleiðari hjá Landsverk, og Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektum, sum vunnu arkitektakappingina, vístu í eini framløgu fyri fundarfólkinum, hvussu ætlanin er, at nýggja húsið á Eystari Bryggju fer at síggja út. Arbeitt verður við at fáa ymisk viðurskifti upp á pláss við kommununa, og síðan skal uttanhýsis fígging fáast til vega aftrat tí triðingspartinum, sum landið eftir ætlan játtar.

Í Leiklistaráðnum eru:

  • Margretha Nónklett, forkvinna

  • Benjamin Gaasedal

  • Durita Dahl Andreassen

  • Ria Tórgarð

  • Heini Gaard

  • Barbara Hentze í Stórustovu

  • Arnfinnur Nesá (vantar á myndini)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo