Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í vár var sending í seks pørtum, kallað ’O móðurlandið’. Tá mongu av dokumentarsendingum í almenna public service miðlinum hava verið góðar og tekniskt væl frágingnar (hóast lýti hava verið uppií, treyðugt so), so var tað við spenningi og forvitni, at stundir vóru settar av at fylgja nýggjasta dokumentarinum.

Sum áður, so var uppsetingin góð og við tølandi myndum og ditto tónleiki, so legði byrjanin upp til eina áhugaverda sendirøð.

Hóast fortreytirnar soleiðis tóktust góðar og innihaldið viðkomandi, so kendist tað skjótt, at verturin hevði aðra dagsskrá enn at ríka hyggjarnar við fjølbroytni um sjálvstýrisgongdina og samleikan hjá okkum sum fólk.

Tað ráddi um at mála eina parthalla (partíska) lýsing av sjálvstýrisgongdini, har viðkomandi partar av hendingunum/persónunum vóru skrivaðir út úr sendingini, meðan aðrir vóru hevjaðir til skýggja og ósmæið kundu kvøða egna politiska vísu.

Grundgevingin hjá vertinum var at ”fortelja søguna við øllum í bagaguni.. ikki grundað á hevdvunna journalistikkin, og var hetta eitt tilvitað val ...”.

Ljósið var varpað á tað progressiva, ”sum gevur meira áhugaverda frásøgn við valda fría forminum … kallað dokumentarisma”.

Undirforstaðið, at allar aðrar meiningar vóru degressivar og tí ikki viðkomandi?

Politisk radikalisma
At próvbera dokumentarismuna vóru útvald heimildarfólk/politiskir aktivistar í sendingunum. Flestu hesi vóru týdningarleys sum sakligar keldur og vóru heldur ikki at rokna sum álítandi sannleiksvitni. Teirra lutur var eyðsýniliga at stuðla undir parthallu lýsingunum hjá vertinum.

Sambært honum vóru samrøður gjørdar við um fýrati ymisk fólk frammanundan sendingini. Flestu teirra sluppu slettis ikki til orðanna. Harímillum var tímalong samrøða gjørd við formann Fólkafloksins. Ikki eitt sekund av hesi samrøðu slapp uppí part.

Kanska tí at samrøðan, saman við mongum øðrum, ikki var í samsvari við yvirordnaða politiska málið í sendingini?

Hetta sampakkaði eisini væl við páhaldið um, at sendingin ikki var ein dokumentarur, men heldur dokumentarisma, ið er sprottin úr politiskari radikalismu, og sum ofta í sínum endamáli byggir á samfelagskritikk og sokallað human-interest, har tað kenslubundna, tølandi og oftast villleiðandi er bulurin. Stutt sagt – greiðir frá tí, sum framleiðarin metir vera rætt.

Svartasta vónloysi
Tað var ikki ætlanin, at undirritaði skuldu taka egið ljós undan skeppuni, men tá bulurin í høvuðspartinum als ikki byggir á sakligar fortreytir, er neyðugt at varpa ljós á faktisku viðurskiftini, sum kyndu undir sjálvsstýrisgongdina í nítiárunum.

Mest orsakað av politisku vanlukkuligu stýringini frá 1985 til 1989, fór føroyski búskapurin fyri bakka og vóru vit sett undir umsiting 6. oktober 1992.

Fíggjarligu skrædlini síðani gjørdu, at fólk í túsundatali noyddust at rýma av landinum, allarflestu til Danmarkar, og var álitið á millum manna á politikk og land í botni.

Politisku flokkarnir vóru í upploysn, nýggir komu til, og á valinum 7. juli 1994 varð Javnaðarflokkurin hálveraður og Tjóðveldi datt niður á 4 tinglimir.

Sambandsflokkurin vann valið og Fólkaflokkurin kom nøkurlunda snikkaleysur afturíaftur. Vónloysi var meginreglan og sjálvstýrishugsjónin lá brakk.

Sjónvarpið hevði undan valinum áhugaverdar sendingar um bankamálið, Tróndur Djurhuus var vertur og í tingárinum 1993 vóru eisini tvey uppskot á tingi um at kanna bankaviðurskiftini.

Helena Dam á Neystabø legði uppskot fyri tingið um at heita á forsætismálaráðharran at gera kanning av føroysku bankunum. Uppskotið bleiv samtykt og burtur úr tí spurdist Gørtz-frágreiðingini, sum kortini onga ávirkan hevði á kringumstøðurnar.

Birgir Danielsen legði uppskot fyri tingið um at kanna samanleggingina av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka. Uppskotið fall, samgongan tók ikki undir við at kanna málið.

Einki av hesum broytti kortini hugburðin millum manna. Sostatt var summarvalið í 1994 merkt av svartasta vónloysi og missnøgd.

Uppreisnin
Undirritaði setti sær tí fyri á heysti 1994 at leggja fyri tingið uppskot um at kanna bankamálið.

Brúkti alt heystið at rannsaka og greina gongdina viðvíkjandi bankasamanleggingini og ikki minst at varpa ljós á mongu ivasomu og duldu avgerðirnar í málinum.

8. desember 1994 legði undirritaði so uppskotið nr. 24 ”Kanning av samanleggingini av Sjóvinnnubankanum og Føroya Banka” fyri tingið.

Hóast undirritaði var sannførdur um týdningin av málinum, so kom tað ikki sørt óvart á at staðfesta sera positivu reaktiónina, sum uppskotið hevði við sær millum tingfólk og ikki minst millum manna.

Tað var eyðsýnt, at uppskotið var eitt wake up call. Fólk ressaðust og vildu hava uppreisn.

Uppskotið var beint í rættarnevndini at viðgera, har undirritaði eisini var limur. Nevndin, við Bjørn á Heygum sum formanni, herdi uppskotið og skjeyt upp at biðja um, at settur varð kanningarrættur/dómarakanning at kanna alt bankamálið.

19. januar 1995 varð uppskotið einmælt samtykt í Løgtinginum.

Røringur var veruliga komin í millum manna og tá danska stjórnin ikki tók undir við einmælta uppskotinum um dómarakanning, byltist øsing og harav tjóðskaparrák.

Nógv samskifti var millum donsku stjórnina og landsstýrið, har landsstýrið helt fast við avgerðina hjá Løgtinginum.

Rættarnevndin avráddi at fara til Danmarkar at fáa kunning frá danskari serfrøði á økinum. Serfrøðingarnir vóru Lars N. Nielsen, professari og fyrrverandi Umboðsmaður Fólkatingsins, Jens P. Christensen, lektari, Eva Smith og Henrik Zahle, professarar á Kbh. Universiteti.

Rættarnevndin fekk greitt at vita, at heimild var at seta dómarakanning í verk. Talan var tí um politiska avgerð, noktaði stjórnin at fylgja vilja Løgtingsins.

At bankamálið hevði ovurstóran áhuga tá var sjónligt. Minnist, at Hans Hansen, flogskipari, á ferðini til Danmarkar, ynskti rættarnevndini góða eydnu við arbeiðsferðini og at ferðafólkini umborð kvitteraðu við at klappa fyri okkum.

Eftir fáum mánaðum var veruliga røringur komin í millum manna.

Tjóðskapar- og samleikmál
Danski løgmálaráðharrin, Bjørn West, kom til Føroyar 1. apríl 1995 at kunna seg um støðu føroyinga. Hann fundaðist bæði við landsstýrið og umboð fyri allar flokkarnar.

20. apríl var Bjørn West aftur í Føroyum við uppskoti um kanning av bankamálinum.

Áhugin millum manna vaks og tað var sjónligt, at bankamálið nú eisini var vorðið eitt tjóðskapar- og samleikamál.

Úrslitið av vitjanini hjá Bjørn West var, at landsstýrið legði uppskotið frá ríkisstjórnini fyri tingið.

Málið var beint í rættarnendina, sum ikki tók undir við uppskotinum, men sum kortini ikki fekk sítt uppskot til álit samtykt.

Málið endaði aftur í rættarnevndini, har samgonguumboðini komu við ískoyti til uppskotið hjá landsstýrinum um serfrøðikanning. Hinir nevndarlimirnir hildu fast við uppskotið um kanningarrætt.

Munurin á uppskotunum var samanumtikið var ikki stórur, innihaldið mest sum tað sama – munurin var, at samgongan atkvøddi fyri afturlatnari kanning, meðan andstøðan vildi hava opna kanning, sokallaða dómarakanning

Uppskotið hjá landsstýrinum við broytingum varð samtykt 30. mai 1995 við atkvøðunum hjá samgonguni.

Sostatt var málið avgreitt í tinginum og kanningin av bankamálinum kundi setast í verk.

Kanningin, við Grønborg, advokati sum kanningarleiðara, byrjaði 11. mars 1996, har m.a. tríggir føroyskir eygleiðarar vóru við.

Hesi vóru Leivur Harryson, landsgrannskoðari, Helena D. á Neystabø fyri samgonguna og undirritaði fyri andstøðuna.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo