40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Ben Rhodes, sum starvaðist hjá Barack Obama í tíðarskeiðinum 2009 til 2017, hevur skrivað eina bók har hann millum annað tekur fram fleiri dømi um svarta skemti hjá Obama.

Umframt hevur eitt frásøgufólk hjá avísini Atlantic, Edward-Isaac Dovere, givið út nýggja bók har hann skrivar at Obama millum annað kallaði Trump ein «fucking lunatic».

Sambært bókini hjá Ben Rhodes, «After the Fall», skal Barack Obama hava samanborið Donald Trump við O.J. Simpson, sum í 1995 var fríkendur fyri at hava dripið fyrrverandi konuna Nicole Brown Simpson og vin hennara Ron Goldman í 1994.

Í bókini hjá Edward-Isaac Dovere, «Battle for the Soul: Inside the Democrats' Campaigns to Defeat Trump», verður nevnt at Obama kom við sera vanvirðandi viðmerkingum um Trump.

Sambært Dovere skal Barack Obama millum annað hava kallað Trump bæði fyri "fucking lunatic" og "corrupt motherfucker".

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo