Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Signe Pries Andersen og hinar á kvinnulandsliðnum leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Aserbadjan - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: – Vit eru í einari positivari menning, men vit hava eisini lagt eitt miðvíst arbeiði í hetta, og hava bygt upp á síðani fyrsta dystin. So nú gleða vit okkum til at fara á vøllin og gera brúk av hesum.

Tað sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til triðja umfar í UEFA Nations League kappingini. Dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 27. oktober klokkan 14:00.

Undan dystinum eru Aserbadjan og Kýpros fremst í bólkinum við 4 stigum í part. Montenegro er nummar 3 við trimum stigum, meðan Føroyar enn hava fyrstu stigini til góðar.

Atgongumerki til UEFA Women’s Nations League dystin millum Føroyar og Aserbadjan fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo