40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hetta sigur Gunvá við Keldu, forkvinnu í umhvørvis- og býarskipanarnevndini í Klaksvíkar kommunu.

Á kunnandi fundi í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í síðstu viku, varð tikið undir við, at finna eina aðra, endaliga loysn á flísalagnum í økinum kring eystur- og suðursíðuna av bygninginum.

- Tað er ongin loyna, at kringumstøður við Biskupstorg ikki hava verið nøktandi. Loysnin sum nú er vald, umfatar at taka nakað av flísalagnum uppaftur og leggja annað lag á. Samskift hevur verið við veitara um nýggju loysnina, og eftir ætlan, kemur tilfarið til landið innan einar sjey vikur, sigur Gunvá við Keldu.

Grønu økini skulu samstundis raðfestast
Umhvørvis- og býarskipanarnevndin varð kunnað um, at grønu økini, sum sambært miðbýarætlanini skuldu verða partur av uttanum økinum, somuleiðis verða umfataði av arbeiðinum, ið verður gjørt nú.

Peningur er játtaður, og nevndin er samd um, at tann grøni parturin vestanfyri ánna og serliga sunnanfyri brúnna verður gjørdur skjótast gjørligt.

Afturat hesum, verður gongd sett á at rudda úti á sjálvari útfyllingini, so alt økið verður snøggari, sjálvt um tað framhaldandi fer at vera eitt byggipláss í rúma tíð. 

Gunvá við Keldu sigur eisini, at málið um eina parkeringsloysn verður viðgjørd í nevndini í september umfarinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo