Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Seinastu vikuna hevur skipaferðslan verið mundandi størri á Trongisvágsfirði, enn hon hevur verið seinastu tíðina, meðan korona-farsóttin hevur gjørt um seg kring heimin.

Ferðslan plagar fyrst at taka dik á seg, tá Varðin Pelagic startar upp aftur, men hesar seinastu dagarnir hevur Tvøroyrar Havn tikið ímóti heilt fitt av skipum. Sunnudagin legði íslendska nótaskipið Børkur at Tvørakei - tað sama gjørdi Christian í grótinum. Bæði skipini komu inn at bunkra olju og gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, áðrenn leiðin gekk út á svartkjaftafeltið, sum í løtuni liggur eystanfyri Føroyar. Sama dag legði Róland, hjá Bakkafrost, at og í gjár fingu vit so vitjan av íslendska nótaskipinum Jón Kjartansson og Joseph Roty 2, ið er skrásettur í Hollandi, men hevur franskar eigarar. Joseph Roty fiskar eisini svartkjaft, men framleiðir harafturat surimi umborð.

Sambært Chris Jan Michelsen, Tvøroyrar Havn, so eru skipini komin suður at bunkra, tí at oljugoymslan norðanfyri í løtuni er í minna lagið. Talið av bíløgdum oljuveitingum er vaksið brádliga, nú svartkjaftafiskiskapurin hevur tikið seg upp  og saman við einum hægri oljuprísi í Íslandi, eru væl fleiri skip enn vanligt, ið bunkra olju.

Havnalagið á Drelnesi, ið áður var meira friðaligt á at líta, surrar nú av lívi. Articon er í ferð við at seta stóra betongblandistøð upp, har fundamentini til vindmyllurnar í Porkerishaganum skulu stoypast. Tvøroyrar kommuna og landsverk skrivaðu herfyri undir samstarvssáttmála, ið inniber at 30.000 tons av gróti skuldi flytast frá Skørðunum í Porkeri til Drelnesar og um bryggjukantin har, beinleiðis til liðugtgerðina av Eysturoyartunlinum. Grótbáturin “Havfrakt” er hesa tíðina fastur gestur á Drelnesi og lastbilar koyra til til og frá í pendulfarti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo