40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvir 300.000 alment sett starvsfólk eru í New York, og tey hava fingið tey kravboð frá myndugleikunum, at tey skulu vera koppsett áðrenn næsta mánadag, annars verða tey send til hús uttan løn.

Í gjár skrivaði borgarstjórin, Bill de Blasio, at nú eru 91% koppsett, men Wall Street Journal skrivar, at talið á teimum, sum mótmæla, og ikki ætla at lata seg koppseta, er so stórt, at tað kann elva til álvarsligar trupulleikar, millum annað tí sløkkiliðsfólk og politifólk fara at mangla í næstu viku.

Hósdagin ávaraði formaðurin hjá politistunum í New York í einum tíðindaskrivi ímóti at lata standa til. Hann segði, at kravið um koppseting longu hevur elvt til ruðuleika á fleiri politistøðum kring um í býnum.

Eisini í býunum Chicago og Los Angeles eru somu krøv galdandi.

Í New York eru yvir 34.000 fólk deyð av Covid-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo