40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Í løtuni eru tað nógv, sum venda sær til sjúkrahúsini og aðrar almennar myndugleikar fyri at sleppa skjótari fram at at koppseta seg fyri koronu. Mannagongdin er einføld: Øll fólk fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, tá ið tey standa fyri tørni.

Í løtuni eru tað heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum, sum fáa í boði at verða koppsett.

Tá ið koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum, hevur verið neyðugt at taka støðu til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast. Raðfestingin kann lesast her.

Á heimasíðuni corona.fo ber eisini til at lesa meira um koppsetingina.

Her ber til at lesa um spurningar og svar um koppsetingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo