40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Øll flogferðsla úr Dubai til Danmarkar er fyribils steðgað.

Eisini onnur flogfør úr Sameindu Arabisku Emiratunum eru steðgað næstu fimm dagarnar.

Tað hendir, eftir at myndugleikarnir hava fingið upplýsingar um, at kanningarnar, sum verða gjørdar har, eru ikki eftirfarandi.

Frá 9. januar hevur tað verið krav, at øll sum ferðast til Danmarkar við flogfari skulu kunnu vísa fram eina nýggja koronakanning sum er negativ.

Herfyri bleiv sonevnda suðurafrikanska koronafrábrigdið funnið hjá einum persóni, sum kom við flogfari úr Dubai.

Dubai hevur seinastu tíðina marknaðarført seg sum 'landið í sólini við ongum sóttarhaldi'.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo