Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfisklínuskip er norðanfyri, fýra frystilínuskip eru við Ísland og fimm eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Ísfiskalínuskipið landar í vikuni og møguliga okkurt frystilínuskip.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott til útróður fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og so eru tveir á svartkalvaveiðu. Væntandi koma allir at landa í vikuni.

Øll pørini eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Tey flestu koma at landa í vikuni.

Tveir trolbátar eru á Skeivabanka og tveir eru eystanfyri. Teir fiska allir havtasku og koma allir at landa mánadagin. So eru tveir norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og longu. Annar landar mánadagin, hin landar seinni í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo