40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur samgongan í óðum verki hækka tilfeingsgjaldið uttan nakra hoyring. Hetta er onki minni enn at pína ein lítlan samfelagsbólk, við at ræna partar av teirra hýru til ein øktan almennan rakstur.

Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt, at sosial-politikkur er partur av vinnupolitikki. Tað kann heldur ikki vera rætt, at gjøld blíva løgd á persónar í einari vinnu. Tað eiga vit at hava ein skattapolitik til.

Teir góðu búðskaparfrøðingarnir ávara í móti at binda eitt samfelag at so óvissum inntøkum, sum eitt tilfeingisgjald er. Fleiri samanbera tað við heroin. Tað vil siga, at eins og heroin fer illa við monnum, eins illa fer eitt tilfeingsgjald við samfelagnum.

Tí verður heitt á sitandi samgongu, um at sleppa síni ætlan við øktum tilfeingsgjaldi. Vit mugu fáa moralin inn aftur í Føroyska samfelagið.

Jan Højgaard
Føroya Fiskimannafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo