Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

20. januar 2022 og aftur nú 27. februar 2023 spyr Árni Skaale, fyrrverandi fiskimálaráðharri, núverandi fiskimálaráðharran um ávís viðurskifti á Føroyabanka.

M.a vil fyrrverandi fiskimálaráðharrin hava at vita:

a) Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær? Og
b) Hvussu er miðalvirði pr. veiðidag hjá hvørjum bólki sær?

Ein effektivur bátur í bólki 3 setur millum 40 til 50.000 húkar á grunnum vatni pr. 24 tímar, meðan ein útróðrarbátur í bólki 5 setir millum 12-18.000 húkar og bátarnir í bólki 4 onkustaðni harímillum.

Í 2022 tillutaði Árni Skaale fiskiførum í bólki 3. 176 fiskidagar, meðan bólkur 5 fekk tillutað 30 fiskidagar.

Lutfallið millum bólkarnar í døgum var soleiðis ca. 6:1. Um settir húkar í miðal pr. 24 tímar bleiv innroknað, so var lutfallið ikki 6:1, men heldur 15-18/1.

Eg undrist á, hví fyrrverandi fiskimálaráðharrin plágar sína gomlu fyrisiting og løgtingið við spurningum um ‘veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær’ og ‘miðalvirði pr. veiðidag hjá hvørjum bólki sær’.  

Hvørjum sóknast Árni eftir, og hvat skal hann brúka svarini til? Tí spurningarnir 3 og 4 hjá Árna – bæði tann í 2022 og nú viðvíkjandi 2023 – eru høpisleysir.

Tað viðkomandi hevði sjálvsagt verið at spurt um veiðu pr. settan húk pr. 24 tímar!

Tað avlagaða útgangsstøðið, sum spurningarnir hjá Árna bera boð um, er eitt hóskandi høvi at seta fyrrverandi fiskimálaráðharranum nakrar spurningar um ta fyrisiting, sum hann legði lunnar undur og sjálvur útinti í sambandi við Føroyabanka fiskiárið 2022.

Fiskiskapurin á Føroyabanka í 2022 og 2023 varð skipaður undir eini serskipan fyri eitt ár í senn. Í 2022 vórðu fiskidagar eisini tillutaðir fiskiførum, sum ikki høvdu verið í vinnu í áravís og í ávísum førum til fiskifør, sum ikki longur vóru í føroyska fiskiflotanum.

Tað, sum vit ongantíð hava fingið svar uppá er m.a:

- Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri, tá ið tú tillutaði bólki 3 15-18 ferðir so nógv rættindi (mált í húkum) á Føroyabanka sum bólki 5?

- Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri, tá ið tú tillutaði fiskiførum, sum ikki  vóru í vinnu, ella fiskiførum, sum ikki longur vóru í føroyska fiskiflotanum, fyribilsrættindi á Føroyabanka í 2022?

- Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri, at fyribils fiskidagar á Føroyabanka í 2022 blivu gjørdir til eina søluvøru?

- Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri avgerðina um, at fiskifør í bólki 5 skuldu vísa á ávíst virksemið, men at hetta ikki varð eitt krav til fiskifør í bólki 3 og 4?

- Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri avgerðini um, at smæstu fiskiførini í flotanum við fægst døgum - sum einasti skipabólkur - varð sendur á Føroyabanka til olymiskan fiskiskap?

Eg haldi at hetta eru viðkomandi spurningar at seta, sum bæði áttu at havt almennan áhuga, men eisini áttu at verið áhugaverdir fyri løgtingið at fingið svaraðar. Hóast alt er talan um, hvussu tú umsat almenna ogn.

Óli Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo