Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Beint áðrenn klokkan 18 í gjár komu boð til politistøðina í Havn um, at fleiri vegir í Havn vóru illa oljudálkaðir.

- Tað var nærum ikki koyrandi, og fleiri 100 fólk ringdu um tað sama, sigur vakthavandi.

Ringast stóð til á Dalavegnum, Marknagilsvegnum, Hvítanesvegnum og meir ella minni allan vegin til Kollafjarðar. Og av tí at tað regnaði illa í gjár, so fór oljan víðari enn hon annars hevði farið.

Skjótt varð komið eftir, at tað var ein oljubilur hjá Magn sum var syndarin. Okkurt slag av mekaniskum feili var á bilinum sum gjørdi, at olja lak úr honum ímeðan hann koyrdi.

- Vit skulu gera fleiri kanningar og avhoyringar í dag, so vit vita enn ikki, hvussu nógva olju tað snúði seg um. Men hetta er tað ógvusligasta sum eg havi verið við til, sigur vakthavandi.

Tá olja kemur á vegin gerst hann sera hálur. Fleiri smærri samanstoytir vóru, sum høvdu samband við oljudálkingina, og harav nakað av materiellum skaða, men ongin fólkaskaði hendi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo