Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ísraelski herurin, IDF, boðar frá, at Asem Abu Rakaba í nátt er dripin í einum loftálopi á Gaza. Maðurin var ein av teimum, sum legði blóðuga álopið 7. oktober á Ísrael til rættis .

Samstundis frættist, at alt samskiftið til og frá eins og innanhýsis í Gaza í nátt varð kvett, eftir at ísraelar bumbaðu mastrarnar hjá teimum báðum veitarunum av telesamskifti í Gaza.

Ísraelski herurin er so spakuliga farin at ota seg inn í Gaza geiran, og tað frættist frá hørðum bardøgum á landjørðini.

Ein stórur meiriluti atkvøddi fyri eini yvirlýsing, sum heitti á partarnar um at leggja vápnini alt fyri eitt av humaniterum orsøkum. 120 lond atkvøddu fyri yvirlýsingini, 45 lond atkvøddu ikki, teirra millum Danmark og Svøríki. 14 lond atkvøddu ímóti, teirra millum USA og Ísrael.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo